-Skal okkara land teljast millum heimsins bestu lond hjá okkum børnum og ungum at vaksa upp í er neyðugt at tryggja, at vit øll - bæði børn og ung - trívast og hava holla vitan um okkara rættindi. Hetta so at vit kunnu gera okkum dælt av okkara rættindum og eru ílatin til at taka lut í avgerðum, ið hava ávirkan á okkum, skrivar nýggja panielið hjá Barnabata, ið varð sett á stovn mikudagin.
Panelið hevur seinastu tíðina arbeitt við tilmæli, ið nú er sent UNICEF í Danmark. Í januar 2020 fer bólkurin av ungum til FN-Býin í Keypmannahavn, har tey saman við børnum frá øllum Norðanlondum, íroknað Álandi, Grønlandi og Svalbard fara at orða eitt felags tilmæli til okkara Norðurlendsku politikarar.
Umframt at leggja seinastu hond á tilmæli mikudagin 20. november - á 30 ára degnum hjá Barnarættindasáttmálanum - varð Barna- og Ungdómspanelið hjá Barnabata eisini stovnað.
Endamálið við Barna og Ungdóms-panelinum er at varpa ljós á rættindini hjá børnum í Føroyum eitt nú við at savna vitan frá børnum og ungum um viðurskifti hjá teimum, viðgera hesi, og kunna tey, ið hava ávirkan á landsins lógir um hesi viðurskifti.
- Eisini ynskja vit, at Barna- og ungdómspanelið fær høvi at viðgera hoyringarskriv í samband við lógaruppskot og lógarbroytingar, ið viðkoma børnum og ungum, sigur panelið.
Tað eru Billa W. Jákupsdóttir, Brima Sólstein, Guðrin D. Bjørk, Gylta D. á Neystabø, Jóhan B. Mortensen, Julia S. Samuelsen, Rakul T. Rúnadóttir, Sofía Heðinsdóttir og Sveinur Áslaksson, ið manna panelið.