Sunnudagsskúlafestivalurin, sum sá dagsins ljós í fjør, var aftur í Klaksvík í gjár.
Hetta gjørdist eitt sera væleydnað tiltak - við nógvum glaðum børnum, foreldrum, ommum og abbum.
Veðrið var rímiliga gott, tó at tað í løtum tóktist eitt lítið sindur kølið. Her var lítil sól, men tíbetur eisini lítið regn, eitt sindur av sirmi viðhvørt.
Dagurin byrjaði tíðliga og endaði seint. Longu klokkan 10 um morgunin komu tær fyrstu familjurnar, og klokkan var umleið 18, áðrenn fólk fóru avstað aftur.
Við barnakórum, klovnum, dansibólki, syngið við-løtu, leiki um Móses og einum umhvørvi, sum var prýtt við evnum úr Mósesbókunum, var Klaksvíkin klár til summargleði-tiltakið.
Umframt fleiri framførslur, fingu børnini eisini høvi at stytta sær stundir í hoppiborgum, eins og her vóru kríatúr at síggja, eitt nú lomb, kaninur, høsn, geit við lambi, slangur og onnur djór í búri.
Børnini høvdu eisini høvi at fáa andlitið málið, og hetta kostaði ikki eina krónu, tá tey fyrst høvdu goldið einans 50 krónur fyri at sleppa inn á økið.
Á pallinum vóru tiltøk hvønn heilan tíma, umframt at ymiskir aktivitetir, sølubúðir og annað allan dagin var á festivaløkinum.
Í hugnaligu hølunum hjá KFUM-&K í Klaksvík fingu familjur te, kaffi, køkur, beyð við viðskera og vælpakkað sandwick-breyð - og her var eisini alt ókeypis.
Hetta var ein sera væleydnaður sunnudagsskúlafestivaldagur í Klaksvík, sum fyri mong børn fer at seta seg í minnið fyri lívið.