Barnahúsið Margit í Klaksvík hevur nú 16 ár á baki.
Seinasta fríggjadag var hátíðarhald, og dagurin byrjaði við morgunmati til børn, foreldur og starvsfólk.
- Eftir at øll høvdu fingið morgunmat, varð skipað fyri einari felags sangløtu, og tá kom eisini vinabamsan hjá Barnabata at vitja.
Tað siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.
- Vinabamsan er partur av tilfarinum Betri Vinir og er ein liður í arbeiðnum at fyribyrgja happing millum børn, verður lagt aftrat.
##med2##