Barnalokkararnir fingu sinnini í kók

Barnalokkarar, matvørur, matstovur, brandbilar og telduormar vóru evnini, sum vóru mest lisin um á in.fo í gjár.

Mest lisna søgan í gjár var uttan iva søgan um eina mammu í Eysturoynni, sum ávaraði um ein barnalokkara í Eysturoynni. Ein genta gekk túr við hundinum, tá ein fremmandur maður bjóðaði henni í Burger King.

 

Ein líknandi søga var úr Føroya rætti, har ein maður var dømdur fyri at gjørt seg kynsliga inn á eina 6 ára gamla gentu í bilinum hjá sær og á tveimum bústøðum.

 

Heilsufrøðiliga starvsstovan ávarar móti tveimum matvørum, kokosolju og høsnarunga í karry, og heitir á fólk um antin at tveita vøruna burtur ella lata handlinum hana aftur.

 

Matstovan Koks er í løtuni á ferð í Evropa, men tá hon kemur aftur til Føroya í mai, letur hon upp í Kirkjubø. Karin Visth, víntænari, sigur at matskráin tó verður tann, vit vanliga seta í samband við Koks.

 

Vága Floghavn hevur fingið tveir nýggjar brandbilar, sum tilbúgvingarleiðarin kallar eitt stórt frambrot fyri flogvøllin.

 

Posta og Elektron ávaraðu í gjár móti telduormum og trygdarleiðarin í Elektron minnir okkum á, at eingin rík einkja í Afrika fer at bjóða okkum pengar.