Barnapornofiltrið loypir hvøkk á fólk

Ein feilur hjá Føroya Tele ger, at fleiri fólk ikki sleppa inn á vanligar heimasíður.

Fleiri føroyingar munnu havt sett kaffi skeivt í hálsin, tá tey í morgun royndu at vitja ymiskar heimasíður, og fingu boð um, at síðan, ið tey ætlaðu at vitja, er stongd, tí hon kann innihalda barnapornografiskt tilfar. Hetta hóast talan er um púra ósekar síður, so sum heimasíðan hjá Føroya Tele.


Boðini í møta fólki eru fylgjandi:


- Sambært grein 235 í revsilógini er tað revsivert at breiða út, hava í varðveitslu ella við gjaldi ella gjøgnum internet at gera seg kunnugan við barnapornografiskt tilfar. Revsikarmurin er í ávísum førum fongsul upp í 6 ár.


- Ríkisløgreglan, Nationalt IT-efterforskningscenter, sum m.a. veitir hjálp at rannsaka brotsverk á internetinum, hevur boðað Føroya Tele frá, at tann internetsíðan, sum tín internet-kagari hevur roynt at fáa samband við, kann innihalda barnapornografiskt tilfar.


- Eftir áheitan frá Ríkisløgregluni hevur Føroya Tele tí valt at forða fyri atgongd til hesa internetsíðu.


Millum tær síðurnar, ið fólk hava fingið ávaringar um, eru heimasíðan hjá landsstovninum Landsverk, tíðindasíðan Portalurin, heimasíðuna hjá danska blaðnum Politiken, og enntá heimasíðan hjá Føroya Tele sjálvum.


Á Føroya Tele upplýsa tey, at talan er um ein feil við barnapornofiltrinum, ið arbeitt verður av øllum alvi at loysa. Hóast trupulleikin hevur verið í nakrar dagar, so er tað serliga í dag, at fleiri fólk hava rent seg í trupulleikan, og hevur móttøkan úr at gera at svara fráboðanum frá ørkymlaðum kundum.