Barnapornokervið avdúkað og upployst

Tíggju menn, sum eru undir illgruna fyri at hava verið uppi í einum altjóða barnapornokervi, eru tiknir í einum løgregluátaki, sum bleiv fyriskipað í fleiri londum kring heimin samstundis.

Sum skilst hevur kervið verið virkið í 28 londum. Teir tíggju menninir, sum eru tiknir, eru úr Fraklandi, Italia, Portugal og USA, men italska løgreglan, sum samskipaði átakið, sigur, at løgreglan hevur hildið eygað við 112 øðrum einstaklingum í sambandi við málið.

Løgreglan í Italia hevur illgruna um, at ein 52 ára gamal italiumaður hevur verið oddamaður í kervinum. Løgreglan byrjaði at kanna málið fyri einum ári síðani og hevur í hesum tíðarskeiðinum funnið nógvar óhugnaligar myndir og filmsupptøkur av børnum, sum eru yngri enn 11 ár.

Umleið 700 fólk hava verið limir í kervinum, og er talan um fólk í eitt nú Belgia, Ísrael, Argentina, Kili, Meksiko og Saudiarabia.