Tær báðar ungu ketturnar, hvíti tikarin, sum eitur Pascha, og svarti pantarin, sum eitur Lucky, vilja finna djóravenjaranum eina damu, tí tær droyma um, at tey øll gerast ein verulig familja. Einki gongur tó sum ætlað, og tá tær so fata, at venjarin als ikki vil giftast, halda tær, at hann er samkyndur.
Tað endar við at tær stinga av út til havið. Har tær hitta kenguruna, Django, sum tekur Paschu og Lucky við sær á eina menningarferð. Á menningarferðini lærar tær, at tær eiga sjálvar at meta um og koma at skilja onnur menniskju, og ikki geva fordómum gætur.
##med2##
Ein kengura sum tú er skapað og løgd til rættis av sjónleikarabólkinum HiLS DiN MOR og leikhúsinum Anemonen. Aftaná sýningina verður prát við sjónleikararnar og eitt umboð fyri LGBT+ Føroyar, har høvið verður at seta teimum spurningar.
Leikurin, sum er til børn millum 7 og 12 ár, verður sýndur sunnudagin, 30. apríl, kl. 14. Atgongumerki kunnu keypast her: nlh.fo
##med3##