Barnatalið nærum tvífaldað

Dagstovnurin Mylnuhúsið fylti fýra ár hósdagin. Fleiri gestir komu á gátt á stovninum, sum byrjaði við 66 børnum í 1999. Í dag er barnatalið komið upp á 122

Klaksvík:
Hanna Thøgersen er leiðari í Mylnuhúsinum. Hanna sigur, at stovnurin er vaksin avbera skjótt.
Børnini, sum eru í Mylnuhúsinum, eru frá vøggustovualdri og upp til átta ár. Á stovninum sjálvum, sum liggur uppi á Brekku, eru vøggustova og barnagarður. Útibarnagarðurin, Útistova, húsast úti í Grøv og frítíðarskúlin, Sornhúsið, í kjallaranum í hølunum hjá Klaksvíkar Húsmøðrafelag niðri við fótbóltsvøllin. Men bæði eru ein partur av Mylnuhúsinum, sum í fyrstuni hevði egnan bíðilista. Men í dag er ein og sami listi fyri allar stovnar og dagrøkt, sum verður umsitin av kommununi.
Frítíðarskúlin var tann parturin av stovninum, sum fekk vánaligastu undirtøkuna frá byrjan av, minnist Hanna. Hon sigur, at tað vóru einans tvey børn í skúlaaldri tá. Og tá húsaðust tey undir sama taki sum hini. Í dag eru tey omanfyri seksti í tali.
- Eg haldi, at vit nøkta tørvin á hesum økinum. Eg veit so í øllum førum ikki um, at nakar stendur á bíðilista til frítíðarskúlan, sigur Hanna.
Sum sagt, so helt stovnurin fýra ára dagin, hósdagin, har tey bjóðaðu systkjum og foreldrum til bollar og kakao, te og kaffi. Lagið var avbera gott, tá Sosialurin kom á gátt, og børnini søgdu, at tey høvdu glett seg til at fáa familjurnar á vitjan.
Uttanfyri veittraði Merkið í øllum regninum og vindinum, men inni var heitt og fjálgt at sita. Mylnuhúsið hevur ikki havt flaggstong fyrr, so hetta var fyrstu ferð, at tað varð flaggað fyri stovninum. Leiðarin sigur, at ætlanin er framyvir, at Merkið skal veittra hvørja ferð eitt barn á stovninum hevur føðingardag. Og við 122 børnum, so verða tað nógvir dagar, har Merkið fer at verða vundið á stong uttan fyri Mylnuhúsið.

Bíðilistin minkar
Yvirhøvur er barnatalið í barnaansingarskipanini hjá Klaksvíkar kommunu vaksið sera nógv ? og serliga seinasta árið. Hóast tað, so standa mong framvegis á bíðlista, men Sosialurin frættir frá kommununi, at listin minkar spakuliga.
Jórun Niclasen, samskipari av barnaansingini, sigur, at tað standa umleið 70 børn á bíðilista í skrivandi stund. Tað er tað lægsta, hann hevur verið um hesa tíðina í fleiri ár. Hon sigur, at talið á børnum, sum eru komin á listan, síðani august, er áleið tað sama sum undanfarin ár.
Fyri framman liggur ein útbygging á útibarnagarðinum, Fjallafípan, úti í Grøv. Har kunnu væntast, at eini 15 børn sleppa inn afturat. Júst nær hesin verður liðugur, veit Jórun Niclasen ikki at siga.