Stóri góðgætisframleiðarin Haribo er fyri álvarsomum skuldsetingum, nú ein týskur dokumentarfilmur ákærir framleiðaran fyri trælahald, at brúka børn sum starvsfólk og djórapínslu.
Luk op for noget godt – luk op for Haribo. Tekstin munnu mong okkara hava lisið hundratals ferðir, um ikki túsundtals, tá vit hava keypt okkum ein posa av gummibamsum, lakreslarvum, Matador Mix, Pinocciokúlum ella Piratos ella kanska enntá Super Piratos.
Nú vil ein týskur dokumentarur vera við, at tað eru børn, sum framleiða góðgæti, sum vit koyra í okkum. Harumframt kemur innihaldið í bamsunum frá sjúkum og plágaðum djórum, sigur týska dokumentarrøðin Markencheck, samært eb.dk.
Tá dokumentarfilmsframleiðarin fór at kanna, hvaðani gelatinið, sum er høvuðsevnið í gummibamsunum, umframt sukur, kom frá, komu tey fram á ivasom viðurskifti. Gelatin er framleitt av svínakjøti og -beini.
Filmsframleiðarin fann út av, at grísarnir, sum nýttir vera til gelatini, sum Haribo keypir, als ikki hava tað gott. Djóraverndarfelagsskapir høvdu upptøkur, sum vístu, at grísarnir vóru sjúkir og livdu í óvirðilum umstøðum, har teir millum annað ikki høvdu atgongd til vatn.
Ein annar partur av gummibommunum er Carnauba-voks, sum Haribo keypir úr Brasil.Her funnu filmsframleiðararnir útav, at fleiri børn arbeiddu inni í regnskógini og høgdu trø niður, sum voksið verður útvunnið úr. Umstøðurnar hjá arbeiðarunum minti mest um trælahald, siga filmsframleiðararnir.
Haribo sigur seg vera skelkað um avdúkingarnar og noktar fyri, at tey hava kent til hesi viðurskifti.
- Vit virðismeta hesa kunningina og skulu kanna trupulleikan hjá okkara veitarum. Vit eru eitt felag, sum ynskir at gleða vaksin og børn, og kunnu tí ikki góðtaka vánalig sosial og etisk viðurskifti, sigur Haribo í sendingini.