Barr í Keypmannahavn kostar Eik pengar

Húsagangurin hjá náttklubbanum ?Oil? í Keypmannahavn, sum í fjør fór á húsagang, er nú uppgjørdur. Hallið er slakar sjey milliónir. Størsti kreditorur er føroyski Eik Banki

Tað var ikki hissini, sum Føroya Sparikassi gjørdi burtur úr, tá teir kunngjørdu, at teir fíggjaðu náttklubbaverkætlanina hjá René Dif, fyrrverandi Aqua-sangaranum, í Keypmannahavn:

?Næstu ferð, tú ert í danska høvuðsstaðnum, og hevur hug at fara út at fáa tær ein bita okkurt kvøldið, átti tú at roynt nýggju matstovuna OIL.? skrivari Sparikassin á heimsíðuni.

Menninir aftan fyri matstovu- og vertshúsætlanina vóru ikki hvør sum helst. Umframt René Dif var eisini Peter Bardenfleth-Hansen, sum er kendur í matstovuyrkinum í Danmark. Og í køkinum var tann kendi kokkurin, Rida Berri ovasti. Tilknýtið til Føroya var umframt fíggingina, at fyrrverandi Hafnia maðurin, Martin Restorff, sat í nevndini.

Men fyri sløkum ári síðani lat matstovan aftur, og nú endaliga búgvið er uppgjørt vísir tað seg, at matstovan hevði eitt hall upp á 8,3 milliónir krónur. Ognirnar eru seldar fyri 1,4 milliónir krónur, so endaliga úrslitið er eitt hall upp á 6,9 milliónir.

Sambært Ekstrablaðnum er tað Eik Banki, sum er størsti kreditorur ? og um menninir handan verkætlanina ikki hava veðhildið, so verður rokningin send til Føroya til Eik Banka.