Basarur
Ì samfull 80 ár hevur verið skipað fyri tí sonevnda KFUK-basarinum. Sagt verður at onki ár er gloppið burtur ímillum, og tað merkir, at árið í ár skal hátíðarhaldast.
Hesaferð verður nógv gjørt burturúr, eitt nú við fjøltáttaðum og áhugaverdum loppimarknaði. Har ymisk gomul ting kunnu keypast s.s sylvurlutir, postalín, glass, gamalt hondarbeiði og onnur brúksting. Eisini kanst tú keypa húgvur, taskur og skógvar í gomlum sniði. Lutirnir hevur felagið fingið frá eldri limum.
Um tú hevur hug, kanst tú keypa tær ein góðan kaffimunn og okkurt leskiligt afturvið. Fyri børnini skipa KFUK fyri einum stórum fiskibrunni. Eisini verður køkutombula og eyðnuhjól.
KFUK hevur hetta árið gingið hús til hús og selt lutaseðlar. Kvøldið endar við at vinnarnir av lutaseðlunum verða trektir.
Ætlanin er at halda áfram við hesum tiltakið. So komandi ár um hesa tíðina hoyra vit aftur um tann árliga basarin. Basarurin verður í hølinum hjá KFUK í Havn hóskvøldið 6. november kl. 19.30.