Bátahavnin í Álakeri tikin í nýtslu í dag

Nógv fólk var komið saman at síggja nýggju umstøðurnar og at hoyra um liðugtgerðina av frítíðarøkinum í Álakeri.

Myndir: Tórshavnar kommuna / torshavn.fo

Í dag varð nýggja bátahavnin í Álakeri tikin í nýtslu.

 

- Tað skal vera mín vón, at Álakeri veruliga kemur at seta ein serligan dám á býarmyndina, og fer at verða eitt prógv um, at ein bátahavn ikki bara er eitt parkeringspláss til stuttleikabátar, men ein livandi partur av býnum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.

 

- Eg fari tí at takka arbeiðstakaranum Tórhalli Hansen og hansara undirveitarum hjartaliga fyri vælútint verk, og ynskja øllum hjartaliga tillukku og bestu eydnu við nýggju bátahavnini í Álakeri, segði hann.

 

##med4##

 

Annika Olsen, fyrrvernadi borgarstjóri skrivar soleiðis:

 

– Ein stórur dagur i dag nú bátahylurin i Álakeri varð tikin í nýtslu. Hetta var eitt av stórmálunum, sum undanfarna býráðssamgonga setti i verk. Rós fyri hetta arbeiðið eigur serliga fyrrv. formaðurin i havnanevndini, Bogi Andreassen. Vónandi verður bátahylurin til gleði og gagns fyri teir 230 bátaeigarar i Tórshavnar kommunu og bæði róðrarfeløgini.

 

Fyrsta byggistigið í nýggju bátahavnini var at gera brimgarðin og økið fram við sjóvarmálanum. Arbeiðið gekk skjótt at gera keikantin í Álakeri í sambandi við fyrsta byggistig av nýggju bátahavnini.

 

Útbodna arbeiðið var at gera brimgarð og økið fram við landi, t.e. grótskráa, trappur, gongubreyt, kantsteinar, fundament til ljóssteyrar og festir til bátabrúgvar. Síðan varð mælt býráðnum til at játta smáar 25 miljónir til liðugtgerð av bátahavnini. Bátabrúgvar og bátabummar vórðu sett í ordra í oktober 2021 – tað er bara eitt ár síðan.

 

##med2##

 

##med3##

 

Myndir: Tórshavnar kommuna / torshavn.fo