Bæði hósdagin og fríggjadagin byrjar skráin klokkan 16, tá spæliland við hoppiborgum, fiskibrunni og øðrum til børnini letur upp. Her kunnu familjur við børnum saktans hugna sær.

Bátastevnan byrjar Kristi Himmalferðardag

Tað verður nógv forvitnisligt á skránni í Vestmanna bæði í annaðkvøld og fríggjakvøldið.

 

Bæði hósdagin og fríggjadagin byrjar skráin klokkan 16, tá spæliland við hoppiborgum, fiskibrunni og øðrum til børnini letur upp. Her kunnu familjur við børnum saktans hugna sær.

Hæddarpunktið á allari bátastevnuni er siglingin av Fútakletti og inn á Vestmanna leygardagin.

 

Men, forvitnisliga skráin fyri stevnuna byrjar longu í morgin, Kristi Himmalferðardag og heldur fram fríggjadagin og sjálvsagt leygardagin.

 

Ársins fyrsta bátatiltak var á Toftum fyrsta vikuskiftið í mai. Hetta er eitt lutfalsliga stórt tiltak, men tiltakið í Vestmanna er rættiliga nógv størri. 

 

Tað, sum er eitt sindur serstakt við bátastevnuni í Vestmanna hesaferð, er, at tiltakið rættiliga verður skotið í gongd í morgin, 26. mai, sum er frídagur hjá mongum.

 

Bæði hósdagin og fríggjadagin byrjar skráin klokkan 16 seinnapartin, tá spæliland við hoppiborgum, fiskibrunni og øðrum til børnini letur upp í lítla tjaldi. 

 

Eta fer at hava matsølu í stóra tjaldi, og soleiðis verður eisini bæði fríggjadagin og leygardagin. 

 

Kaffi, nýbakaðar vaflur og ymiskt til børnini verður til keyps, og fríggjakvøldið klokkan 19 verður eisini stórt barnatiltak við Trøllapæturi og Trøllaommuni. 

 

Venda vit aftur til skránna fyri morgindagin, tá stevnutiltakið verður skotið í gongd, verður um kvøldið eitt hugnaligt Syngið-við kvøld við brøðrunum, Magnusi og Rasmusi Magnussen.

 

Tað verða Ólavur á Váli og Eyðun Nolsøe, sum fara at enda hóskvøldið við at spæla og syngja frá klokkan 23 til 01. 

 

Fríggjakvøldið fara fleiri forvitnisligir tónleikarar á pall í Vestmanna, og her verða tað Fríði Sigmundarsson og Bjarki Virgarsson Trondesen, sum leggja fyri klokkan 20.

 

Onnur, sum fara á pall fríggjakvøldið, eru Herborg Thorkilsdóttir, Tinganest, Brim, og tað verða Dynamitt, sum fara at syngja og spæla í hálvan annan tíma frá á midnátt til klokkan 01.30.

 

Bæði hósdagin og fríggjadagin byrjar skráin klokkan 16, tá spæliland við hoppiborgum, fiskibrunni og øðrum til børnini letur upp. Her kunnu familjur við børnum saktans hugna sær.