Nógv fremmand ferðafólk, sum fara til Cape Town í Suðurafrika, stúra fyri at verða álopin, tí har eru so nógvir brotsmenn. Men tey fægstu geva sær far um, at tað eru ikki bara brotsmenn, sum gera seg inn á ferðafólk har.
Júst í Cape Town hava myndugleikarnir stórar trupulleikar av meiri enn 400 bavianum, sum mala í býnum, har tær gera seg inn á fólk og bilar.
Myndugleikarnir royna nú at loysa trupulleikan, og málið er at fáa bavianirnar út býnum, áðrenn Suðurafrika verður vertur fyri HM í fótbólti næsta summar.