David Beckham hevur verið ein túr í rættinum, eftir at ein papparazzi fotografur sigur seg verða álopnan av kenda fótbóltsleikaranum. Rættarmálið byrjaði í gjár, og tað er kendi paparazzi fotografurin Emicles da Mata, sum hevur ákært Beckham fyri at hava lopið á seg, og roynt at tikið myndatólið frá sær.
Eftir hetta sigur hann, at Becham og hansara lívverji slógu seg fleiri ferðir og tveitt myndatólið í eina runskspann.
Málið, sum kann enda við einum millióna endurgjaldið til De Mata, byrjaði í Los Angeles í dag.