Bedingar og dokk eru full

Seinastu vikurnar hevur sera nógv virksemi verið á MEST, bæði á Skála, í Runavík og í Havn.

- Bedingar og dokk hava verið fult upptiknar og nógv ferð er á í løtuni, boðar MEST frá á heimasíðu sínari.

 

Á Skála eru tvey skip hjá Bakkafrost. Róland verður umbygdur frá frálandaskipi til avlúsingarskip, og Hans á Bakka er til vanligt viðlíkhald og onkrar tillagingar.

 

Harumframt eru Jupiter hjá reiðarínum Varðanum og Phoenix hjá reiðarínum OCJ til vanligt viðlíkahald. Framherji hevur í løtuni tvey skip á Skála. Høgaberg er til vanligt viðlíkahald og lutvíst yvirdekkan og línibáturin Sigmund til vanligt viðlíkahald.

 

Í Tórshavn eru tvey vágaskip á bedingini - Vesturleiki úr Sørvági og Eivind úr Sandavági, sum eru til vanligt viðlíkahald. Tvíkiljan Miðvík fær skift skrúvur og Smaragd úr Klaksvík er til vanligt viðlíkahald og smærri umvælingar.

 

- Tað er altíð hugaligt tá føroysk reiðarí velja at fáa teirra umvælingar og viðlíkahaldsarbeiði gjør tí Føroyum, siga tey á MEST.