Behnan Ahmadi doyði í tyrluvanlukkuni í Noreg

Ein av teimum, sum doyði í tyrluvanlukkuni í noreg 29. apríl var Behnam Ahmadi, sum búði í Æðuvík eitt skifti frá 1999 til 2002.

Ein av teimum, sum doyði í tyrluvanlukkuni í noreg 29. apríl var Behnam Ahmadi, sum búði í Æðuvík eitt skifti frá 1999 til 2002.

 

Vanlukkan hendi, tá tyrlan var á veg frá Statoil-boripalli á Gullfaks økinum til Bergen. 13 fólk doyðu í vanlukkuni.

 

Jarðarferðin hjá Behnam var í Sandnes í Noregi 12. mai. Men vinir hjá Behnam í Føroyum skipa í morgin – sunnukvøldið 22. mai kl. 19 – fyri minningarhaldi í Missiónshúsinum í Æðuvík.

 

Niðanfyri prenta vit minningaroð, sum Tóta Árnadóttir hevur skrivað um Behnam:

 

-------

 

Minningarorð um Behnam Ahmadi 22.12.1961 – 29.4.2016

 

Fríggjakvøldið 29. apríl fingu vit skakandi boðini, at kæri vinur okkara Behnam Ahmadi var ein av teimum trettan, sum fórust í syndarligu tyrluvanlukkuni í Noregi.

 

Behnam og húski hansara búði í Æðuvík 1999-2002. Tey vóru partar av føroyska Bahá’ísamfelagnum, og vit komu at kennast gjøgnum góð vinfólk. Behnam og Anne fingu nógvar góðar vinir, meðan tey búðu í Føroyum, og hava alsamt hildið sambandið, síðani tey fluttu aftur til Noregs.

 

Behnam var so ómetaliga lættur at vera góður við. Lítillátin, hjartaligur, skemtingasamur og gávumildur sum fáur. Sjáldan munnu vit hava sitið betur enn við vertskapsborð í Æðuvík, har hann gekk hugagóður og stákaðist og borðreiddi við alskyns leskiligum mati. Behnam bar av øllum øðrum kokkum, og tú kendi á honum, hvussu tað gleddi hann at bjóða vinum av tí besta, hann hevði. Hann hevði stóran tokka til Føroyar.

 

Eg minnist, at hann segði, at bæði landslagið og mentanin her minti hann um fjallalendið í Iran, haðani hann upprunaliga kom.

 

Behnam føddist 22. desember 1961 í einari lítlari bygd uttan fyri býin Sari norðarlaga í Iran. Familjan hevði trong kor, so Behnam mátti longu sum smádrongur arbeiða og taka ábyrgd. Longu tá vóru Bahá'íar í Iran fyri harðligari forfylging vegna sína trúgv, men hetta vant uppaftur meira upp á seg eftir kolveltingina. Nógvir Bahá'íar noyddust at flýggja av landinum, Behnam var ein teirra. Í 1985 kom hann 24 ára gamal til Noregs sum kvotaflóttafólk. Behnam megnaði at festa nýggjar røtur og var til stóra signing í sínum nýggja heimlandi.

 

Stutt eftir at hann hevði fingið friðskjól í Noregi, giftist hann við Anne, og tey fingu trý børn. Yngsti sonurin, Adrian, varð føddur í Føroyum. Harumframt eiga tey Anette og Aram. Tað var eyðsýnt fyri ein og hvønn, at Behnam setti familjuna fram um alt annað. Teirra trivnaður lá honum altíð fremst í huga. Fyri kortum fekk hann sína fyrstu abbadóttur, lítlu Oliviu. Á myndini frá hennara navnadegi í mars í ár sæst týðiliga, hvussu errin abbi hann var.

 

Vit, sum vóru so heppin at eiga Behnam sum vin, fara altíð at minnast hann sum ein, ið bar gleði á gátt, og sum unti øllum gott. Vit eiga mong dýrabær minni um hann, sum vit eru takksom fyri og altíð fara at goyma í okkara hjørtum. Vit fara at sakna hann sáran, men okkara missur er kortini lítil aftur í móti tí hjá Anne og børnunum. Tey eru fremst í okkara tonkum, nú vit gráta um Behnam. Vit biðja inniliga um, at hann, ið øllum ræður, fer at bera tey gjøgnum hesa stóru sorg. Friður veri við minninum um Behnam.


So legg tú allan trega 
í Harrans sterku hond. 
Lat trúgv og vón teg gleða, 
um tíðin sýnist vond. 
Tað er ei tú, ið veldur, 
ei tú, ið tekur ráð. 
Guð veldisstavi heldur, 
og ferð hans øll er náð.

 

Tóta Árnadóttir

 

Jarðarferðin hjá Behnam var í Sandnes í Noregi 12. mai. Vinir hjá Behnam skipa fyri minningarhaldi í Missiónshúsinum í Æðuvík sunnukvøldið 22. mai kl. 19. Um onkur ynskir at minnast Behnam, ber til at lata eina gávu til Minniskontu í EIK: 9181- 494 980 5. Innkomna upphæddin verður latin sjálvbodna hjálparfelagsskapinum “Solstråler,” sum stuðlar skúlagongd til  fátøk børn í India, og sum eisini rekur eitt heim fyri 14 gentur, ið annars høvdu búð á gøtuni. Leiðarin fyri felagsskapin, Sigrun Thorarinsdóttir, er hvørt ár í India og fylgir við í arbeiðinum. Hon er vinfólk hjá Anne og Behnam.