Danny Elgarat, beiggi dansk-ísraelska gíslan Itzik Elgarat, væntar ikki, at beiggin kemur heim aftur á lívi úr Gaza.
Tað segði hann týsdagin við grundlógarnevndina í ísraelska tjóðartinginum, Knesset, skriva fleiri ísraelskir miðlar.
Mánadagin boðaði Hamas frá, at bólkurin hevur latið Ísrael ein lista, sum vísir, at átta gíslar, sum eru fevndir av fyrsta umfari av vápnahvíldini, eru deyðir. Tilsamans skulu 33 latast leysir í fyrsta umfari, harav 25 eru á lívi.
- Vit vita meira í dag um listan, sum Hamas hevur givið víðari, sigur Danny Elgarat.
- Eg kann ikki tosa fyri onnur, men vit fáa hann nokk ikki aftur á lívi, heldur hann fram, sambært The Times of Israel, og vísir til beiggja sín.
Tíðindastovan hjá ísraelsku stjórnini hevur áður deilt eina mynd á sosiala pallinum X av teimum 33 ísraelsku gíslunum, sum væntandi verða leyslatnir næstu seks vikurnar.
Sjey eru latnir leysir á lívi. 69 ára gamli Itzik Elgarat er á listanum og er ikki leyslatin enn.
Danny Elgarat sigur sambært The Jerusalem Post við grundlógarnevndina:
- Hann er helst ikki á lívi. Hann er helst millum teir átta deyðu gíslarnar, sum skulu latast aftur sambært avtaluni.
Vápnahvíldin er í fyrsta umfari sett at vara seks vikur frá tí, hon kom í gildi 19. januar, og er í fyrsta umfari.
Tilsamans 33 ísraelskir gíslar verða væntandi leyslatnir í tí umfarinum.
##med2##
Afturfyri verða umleið 1.900 palestinar væntandi leyslatnir úr fongslunum í Ísrael, skrivar tíðindastovan AFP. Í fyrsta umfari skal samráðast um eitt annað og varandi umfar. Seinni eisini eitt triðja byggistig.
Tað var 7. oktober 2023, at umleið 250 fólk vórðu noydd inn í Gazageiran undir álopinum hjá Hamas á Ísrael. Umleið 1200 vórðu dripin.
Ísraels framdi síðani álop móti Gaza, har yvir 47.000 fólk eru deyð, upplýsir palestinska heilsumálaráðið.
/Ritzau/