Beinir á Voxbotn 2015

Beinir hevði útgávukonsert á Voxbotn í 2013. Nú verður hann aftur á pallinum

 

Tá Beinir gav út fløguna ”Kom við” fyri 2 árum síðan, var fyrsta útgávukonsertin hjá honum á Voxbotn. Nú er hann júst fyltur 15 ár og hevur ment seg nógv sum sangara og gittarspælara.

 

Beinir spældi á Frigg í seinasta mánaði, men hevur ikki framført í Føroyum síðan á jólum, tá hann saman við øðrum var á lítlari konsertferð í Klaksvík, Vestmanna og trimum útseldum konsertum á Reinsarínum.

 

Beinir lovar børnum og vaksnum eina góða konsert á Voxbotn og gleðir seg at sleppa at spæla fyri føroyskum áhoyrarum aftur við sínum bólki.