Ungi sangarin, 13 ára gamli Beinir Troest Rasmussen, sum seinastu árini hevur verið nógv á palli og sum gav út nýtt og vælumtókt jólalag í endanum av seinasta ári, fer í morgin saman við familju síni av landinum.
Tey flyta øll niður til Alicante í Spania at búgva í - fyribils - eitt hálvt ella eitt heilt ár. Alicante liggur nakað sunnan fyri Valencia.
Foreldrini eru Rannvá Troest og Kenneth Rasmussen. Hinir brøðurnir hjá Beiniri eru Rani, sum er 10 ár - og so Rókur sum er sjey.
Beinir og Rani hava báðir spælt við bólkinum Óvita Blues Band, Kularótum og teir hava eisini verið nógv á palli saman, eins og Beinir eisini hevur roynt seg einsamallur á palli.
Kenneth Rasmussen sigur við in.fo í kvøld, at hetta er ein gamal dreymur, sum tey nú gera til veruleika - at vera burtur í øðrum umhvørvi og øðrum mentanum í eina tíð.
Sjálvur arbeiðir Kenneth á boripalli, og enn hevur Rannvá Troest ikki gjørt av, hvussu hon fer at brúka tíðina í Spania.
- Vit hava longu sent ljóðførini hjá Beiniri og Rana niður til Spania. Vit hava góðar stundir, og vit fara at koyra úr Hirtshals til Spania.
Í løtuni dugir Kenneth Rasmussen ikki at siga, hvussu nógv Beinir og Rani fara at hoyrast í Føroyum, nú øll familjan hevur valt at búleikast í Spania komandi mánaðirnar.
Kenneth Rasmussen sigur, at allir tríggir dreingirnir fara í spanskan skúla, og teir eru ógvuliga spentir og gleða seg saman við foreldrum sínum at royna hesa uppliving í øðrum landi.