Beinir og Rakul Ró syngja um jólini

Jólini nærkast í hvørjum, og børnini í Kulum Rótum bera nú á nýggum videolagi sína vøkru heilsan um

hvussu góð og hugnalig jól kunnu vera í Føroyum.

Tað eru Beinir Troest Rasmussen og Rakul Ró Steintórsdóttir, sum syngja og eru at síggja á videolagnum,

Tað eru jól. Orðini hevur Steintór Rasmussen skrivað og Alvin Ellebye Andersen hevur innspælt tónleikin og

filmað børnini í vøkrum heimligum umhvørvi.