Liðugt
0-0
92) 0-0
Patrik Johannesen verður spældur leysur í góðari støðu, men tað verður blokerað til horna í høgru, sum einki spyrst burturúr.
91) 0-0
Frágera gott uppspæl í vinstru endar við, at Jóan Símun Edmundsson spælir tvey eitt við Gilla Rólantsson. Jíoan Símun smekkar til flatt, men bólturin strýkur framvið stólparótini.
90) 0-0
Fýra minuttir lagdir aftrat.
87) 0-0
Føroyar skifta út:
Kaj Leo í Bartalsstovu avloysir Sølva Vatnhamar.
86) 0-0
Besta føroyska álopið. Tað verður spælt í høgru og endar við flatari sending til Gilla Rólantsson Sørensen, sum er í góðari støðu mitt fyri, tá ið hann roynir seg, men bólturin strýkur skeivu megin stólpan.
83) 0-0
Lettlandi skiftir út:
E. Višņakovs avloysir Šabala
81) 0-0
Føroyar missa í uppspælinum. Tað endar við lettlendskum innleggi úr vinstru, Sabala stútar úr góðari støðu, men bólturin fer omanfyri málið.
79) 0-0
GULT KORT. Sabala sær gult fyri at vera í so illur við Fróða Benjaminsen.
77) 0-0
Føroyar skifta út:
Patrik Johannesen avloysir Róald Jakobsen.
74) 0-0
Lettland skiftir út:
Uldrikis avloysir Ikauniek.
73) 0-0
Sølvi Vatnhamar leggur flatt innfyri úr vinstru, men eitt sindur kroysti Jóan Símun Edmundsson rakar ikki bóltin.
71) 0-0
Kennist at vera tómgongd. Órógvandi er ta, tá ið lettlendsku spælararnir bjóða av í skjótum mótálopum, uttan at tað higartil hevur verið vandamikið.
69) 0-0
Fínt uppspæl í høgru og Sølvi Vatnhamar leggur útfrá til Fróða Benjaminsen, sum smekkar til úr nítjan metrum, men bólturin fer framvið málinum.
68) 0-0
Bólturin dettur fyri føturnar á Róaldur Jakobsen, sum mitt fyri og úr tjúgu metrum smekkar til, men bólturin fer væl omanfyri málið.
66) 0-0
Lettland skiftir út:
Tarasovs fer av vøllinum, og í hansara stað verður settur A. Visnakovs.
65) 0-0
Atli Gregersen er aftur á vøllinum.
Útskifting: Stríðsmaðurin og sera eyðsýndi Hallur Hansson fer av vøllinum, og í hansara stað verður settur René S. Joensen.
63) 0-0
Føroyski liðformaðurin Atli Gregersen fer skaddur av vøllinum, og Fróði Benjaminsen er í miðverjuni, meðan Atli verður viðgjørdur.
62) 0-0
Eftir skjótt mótálop roynir Sabala seg úr átjam metrum, men Gunnar Nielsen bjargar.
61) 0-0
Lettlendingar eru meiri ágangandi, og tað er órógvandi, at føroyska verjan fleiri ferðir er óneyv og missir í uppspælinum, eftir at hava vunnið bóltin av mótstøðumonnunum.
59) 0-0
Fleiri spælarar hita upp og fyrireika seg harvið at verða skiftir inn.
55) 0-0
Lettland hevur nógv fólk á føroysku hálvuni. Tað endar við innleggi úr høgru og stútara, og Gunnar Nielsen tveitir seg og bjargar. Besta álopið hjá Lettlandi higartil.
51) 0-0
Jónas Tór Næs leggur langt og høgt fram í brotsteigin, bólturin dettur fyri føturnar á Jóan Símuni Edmundsson, sum er púra leysur mitt fyri, tá ið hann smekkar til, men bólturin brestur enn einaferð i stólpan. Avgjørt størsti møguleikin higartil.
49) 0-0
GULT KORT. Tarasvovs hjá Lettlandi sær gult fyri ófantaligt fríspark ímóti Jóan Símuni Edmundsson, og so sær Róaldur Jakobsen gult fyri at skunda sær ov nógv.
48) 0-0
Fínt føroyskt álop í vinstru, har Jóan Símun Edmundsson er sentralur. Tað verður lagt innfyri til Jónas Tór Næs, sum smekkar til av brotsteigarmarkinum og mitt fyri, og bólturin siglir omanfyri málið.
46) 0-0
Allir teir somu eru aftur á vøllinum, sum vóru við frá fyrsta bríksli.
HÁLVLEIKUR
45) 0-0
Spælararnir fara av vøllinum, og tað er neyvan komið fyri áður, at Føroyar í einum hálvleiki hava spælt seg í so nógvar góðar støður í brotsteiginum hjá mótstøðuliðnum, sum Føroyar hava megnað íkvøld.
Tølini siga, at Føroyar hava havt bóltin 57 prosent av tíðini.
38) 0-0
Aftur gott føroyskt álop. Jóan Símun Edmundsson sneiðir seg ígjøgnum í vinstru, leggur upp á tvørs til Róald Jakobsen, sum ikki fær smekka til og tí velur at trilla meiri upp á tvørs til Sølva Vatnhamar, sum roynir seg við skoti, og so verður blokerað.
36) 0-0
Róaldur Jakobsen sneiir seg snilt framvið fleiri í vinstru, hann leggur útfrá, og Hallur Hansson smekkar til, men tað verður blokerað.
35) 0-0
Jónas Tór Næs vinnur horna í høgru. Róaldur Jakobsen tekur sær av innlegginum, men tað spyrst einki burturúr.
31) 0-0
Misskiljing millum føroyska málverjan og miðverjuna ber við sær, at lettlendingar spæla seg í góða støðu, og so verður fluktað úr átjan metrum, men bólturin fer væl omanfyri føroyska málið.
27) 0-0
Føroyska liðið er framvegis leikliga omaná. Tað ber fleiri innlegg við sær, men higartil er tað ikki eydnast at umseta innleggini til mál.
23) 0-0
Lettland fær besta møguleikan, tá ið Atli Gregersen ger fríspark heilt úti í høgru og miðskeiðis á føroysku hálvuni, men lettlendingurin avgreiðir seraw illa, og bólturin fer høgt yvir málinum og út til málspark.
21) 0-0
Jóan Símun Edmundsson sneiðir seg leysan í vinstru. Av brotsteigarmarkinum smekkar hann til, og málverjin er heilt uppi í horninum og bjargar til horna, sum einki spyrst burturúr.
19) 0-0
At Lettland er í 3-5-2 útgangsstøðu ber við sær, at føroyska liðið er tilvitað um møguleikan at spæla vongverjarnar Jónas Tór Næs og Viljorm Davidsen leysar í tómu økini frammarlaga í borðunum.
17) 0-0
Føroyar vinna fyrsta hornasparkið - í vinstru. Sølvi Vatnhamar leggur innfyri, men einki spyrst burturúr.
14) 0-0
Aftur fínt uppspæl - hesaferð í høgru. Spælt verður fram til Jóan Símun Edmundsson, sum fær tak á, áðrenn hann smekkar til úr høgru í brotsteiginum, men bólturin fer skeivu megin nærra stólpan.
11) 0-0
Nú var tætt við! Fínt álop endar við at Gilli Sørensen leggur innfyri úr vinstru, og so stútar Hallur Hansson, men bólturin brestur í handara stólpan.
08) 0-0
Enn er tað fjáltur á. Tað vil siga, at tað ikki enn er friður á spælinum.
04) 0-0
So riggaði føroyska smáspælið væl í vinstru, men tað endaði við, at bólturin fór av vøllinum til málspark.
03) 0-0
Gunnar Nielsen - 31 ára føðingardagsbarnið í føroyska málinum - hevur longu havt bóltin tvær ferðir, uttan at tað hevur verið vandamikið. Lettlendski málverjin hevur ikki enn nortið bóltin.
02) 0-0
Lettland hevur í dag tríggjar menn í verjuni.
01) 0-0
Lettland gevur bóltin upp.
00) 0-0
Nú er myndatøka, og so verður lutakastið.
Spælararnir kennast at vera fokuseraðir. Føroyska landsliðið eigur ongantíð at kenna seg at vera betri enn so í útgangsstøðu, at tað snýr seg um rættan hugburð og at stríðast fyri søkini.
00) 0-0
Vit hava hoyrt ungverska tjóðsangin. Nú er tað Tú alfagra land mítt. Sangurin rungar í góðveðrinum.
00) 0-0
Hetta er síðsti heimadysturin í hesi HM undankappingini.
Týskvøldið verður síðsti dysturin í undankappingini. Hann verður á útivølli í Budapest ímóti Ungarn.
00) 0-0
Liðini fyrireika seg at ganga inn á vøllin.
Føroyar hava longu sett met í stigum. Nú snýr tað seg um at vinna triðja plássið í bólkinum.
Føroyar-Lettland kl. 17.00
HM undankappingardystur
Dómari úr Eysturríki: Robert Schörgenhofer
Føroyar: Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Sonni Ragnar Nattestad, Atli Gregersen, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Gilli Rólantsson – Róaldur Jakobsen – Jóan Símun Edmundsson
Lettland: Andris Vanins – Igors Tarasovs, Kaspars Gorkss, Nikita Kolesovs – Gints Freimanis, Jevgenijs Kazacoks, Olegs Laizans, Glebs Kluskins, Vitalijs Maksimenko – Valerijs Sabala, Davis Ikaunieks
Teir ellivu, sum nú eru klárir at fara á vøllin at spæla ímóti Lettlandi, vita, hvat tað snýr seg um.
Níggu av teimum ellivu vóru á vøllinum, tá ið Føroyar fyri akkurát einum ári síðani – fríggjadagin sjeynda oktober í 2016 – vunnu 2-0 ímóti Lettlandi í Riga.
Einastu skiftingarnar eru, at René Shaki Joensen í dag er á beinkinum, og at Brandur H. Olsen er skaddur. Í staðin fyri teir báðar eru Gilli Rólantsson, sum fyri einum ári síðani varð skiftur inn fyri René S. Joensen, tá ið tað restaðu seytjan minuttir, og Róaldur Jakobsen, sum ikki var við í Lettlandi fyri einum ári síðani.
Tølini siga, at føroysku spælararnir eiga nógvar royndir. Tann royndasti av øllum er Fróði Benjaminsen, sum hevur spælt 92 landsdystir.
Samlaða talið á landsdystum hjá teimum ellivu, sum eru á vøllinum frá dystarbyrjan er 374 ella í miðal 34 dystir í part.