Í dag verða fýra dystir í fjórða umfari í Betri deildini hjá monnum. Klokkan 15 spæla Víkingur-B36 og NSÍ-07 Vestur, meðan dystirnir EB/Streymur-HB og KÍ-AB byrja klokkan 16. In.fo fylgir gongdini í øllum dystunum í dag. Fyrsti dysturiin í hesum umfarinum var í gjár, har Skála vann 3-0 á TB/FCS/Royn.
Beinleiðs tekstfrásøgn frá Betri deildini – Trýst HER
Inni á Livescore skipanini kanst tú síggja beinleiðis frásøgn frá øllum dystunum, við at trýsta á frámerkið av dystinum.
Leinkjan til Livescore er: (www.in.fo/matches)
Rás2 á staðnum
Rás2 sigur frá tveimum dystum í dag. Í Gøtu millum Víking og B36, og á Eiði millum EB/Streym og HB. Somuleiðis fylgir Rás2 gongdini í hinum báðum dystunum og aftaná verður 3. Hálvleikur við samrøðum og samanumtøkum.
Her á in.fo koma samrøður og myndir frá dystunum í dag.
Stroyming:
Kringvarpið stroymir frá dystinum í Gøtu millum Víking og B36.
Víkingur – B36: Fyri at síggja stroymingina ”Trýst HER” – ella á pílin á myndini
4. umfar:
Í gjár:
Skála – TB/FCS/Royn 3-0 (Myndir undir greinini)
Í dag:
Víkingur – B36 (15.00) Beinleiðis á Rás2
NSÍ – 07 Vestur (15.00)
EB/Streymur – HB (16.00) Beinleiðis á Rás2
KÍ – AB (16.00)