Kl 18: Skála – 07 Vestur 1-0 (0-0)
Kári J. á Høvdanum er dómari á Skála.
05) 0-0
Nú var Skála í góðari støðu. Tað tóktist sum um, at fremsti maður teirra, Brian Jakobsen, ikki gav sær nóg góðar stundir.
10) 0-0
Tað er Skála, sum spælir seg til málmøguleikarnar. Nú var tað miðvallarin Edvin Jacobsen, sum við høvdinum og úr góðari støðu sendi bóltin við síðuna av 07 Vestur málinum.
20) 0-0
Heimaliðið hevur væl betri tak á spælinum, meðan gestirnir fyri tað mesta leggja dent á at vera væl skipaðir í verjupartinum.
30) 0-0
So hevði 07 Vestur góðan møguleika, men Teitur R. Joensen, sum í kvøld er í miðverjuni undir liðini á Jákupi Jakobsen bjargaði á sjálvari málstrikuni. Tað vara Kyrylo Silich, sum lyfti bóltin uppum Karstin Hansen í Skála málinum.
37) 0-0
So var bólturin í 07 Vestur málinum, men dómarin kolldømdi fyri rangstøðu. Tað var Jannik Olsen, sum setti bóltin í málið, og sum Kári J. á Høvdanum metti vera rangstaddan.
45) 0-0
HÁLVLEIKUR
50) 0-0
Brian Jakobsen verður spældur leysur, men hann verður veitraður fyri at vera rangstaddur.
60) 1-0
1-0: Pætur Dam Jacobsen
So hevur Skála liðformaðurin lagt heimaliðið framum. Hann er í kvøld á framrættaðum miðvallarplássi, og hann var leysur í brotsteiginum eitt vet til høgru, tá ið hann umvegis handaru stólparótina setti bóltin í málið.
65) 1-0
07 Vestur hevur skift út: Álopsspælarin Ken Fagerberg hevur avloyst vongverjan Niels Mouritsen.
70) 1-0
Nú er oysregn á Skála. 07 Vestur roynir at leggja nógv fyri í framrættaða partinum, men tað gongur illa at mynda upplagdar møguleikar. Janus Svabo Samuelsen royndi seg við skoti úti frá, men bólturin fór væl omanfyri málið.
80) 1-0
Nú gongur tað mesta fyri seg millum brotsteigarnar.
88) 1-0
Fleiri skiftingar hava verið, tí kann tað væl hugsast, at dómarin fer at leggja nakrar minuttir aftrat. Nú avloysti Bárður Danielsen, sum er verjuspælari, Ólav Mikkelsen, sum er miðvallari hjá Skála.
90) 1-0
Fýra minuttir lagdir aftrat.
95) 1-0
LIÐUGT
Við 1-0 sigri ímóti 07 Vestur hevur Skála í kvøld tryggjað sær pláss í fjórðingsfinaluni.
---
Kl 17: NSÍ – AB 0-1 (0-1)
Rúni Gaardbo er dómari í Runavík.
15) 0-0
NSÍ er kanska eitt vet meiri á bóltinum, men argjamenn eru raskir og teir bjóða seg at spæla og ikki sparka fótbólt.
20) 0-0
Árni Frederiksberg hevði góða roynd, og so var um reppið, at Øssur Dalbúð var á rætta staðnum. Har restaði lítið í.
26) 0-0
NSÍ hevur bóltin meiri, og talan hevur verið um fleiri innlegg, men tað er framvegis málleyst.
AB liðið vísir sera góðan hugburð. Argjamenn eru avgjørdir í verjupartinum, og teir leggja sær nær í samanspælinum.
32) 0-0
Tað er framvegis málleyst við Løkin. Nú fór NSÍ liðformaðurin og toppskjúttin Klæmint A. Olsen skaddur av vøllinum. Í hansara stað varð settur Jann Benjaminsen. Øssur Dalbúð er fluttur úr vinstru og fram á toppin, meðan Jann Benjaminsen er settur inn í vinstru.
36) 0-0
Ælingurin er sera frekur í Runavík.
43) 0-1
0-1: Bartal Petersen
Eftir innlegg úr vinstru sendir Bartal Petersen við høvdinum bóltin í NSÍ málið.
45) 0-1
HÁLVLEIKUR
Stutt frammanundan, at AB legði seg framum, høvdu argjamenn fína roynd við frísparki. Tórður Thomsen bjargaði væl.
56) 0-1
AB hevur verið meiri í álopi fyrstu minuttirnar eftir steðgin, og nú var møguleikin góður, eftir at miðvallarin Bárður Olsen spældi inn um verjuna til Bjarka Nielsen, ið rann inn úr vinstru.
65) 0-1
Nú hevur NSÍ lagt stórt trýst á mótstøðuliðið. AB er væl skipað í verjuni, og higartil hevur NSÍ ikki myndað upplagdan málmøguleika.
Betuel Hansen er farin skaddur av vøllinum, Karl Løkin er settur á vøllin, og Pól Jóhannus Justinussen er fluttur fram í álopið.
75) 0-1
Tað er NSÍ sum roynir at pressa, men tað er AB, sum hevur havt nógv tann størsta málmøguleikan. Tóki á Lofti var púra blankur, men Tórður Thomsen í NSÍ málinum bjargaði.
78) 0-1
NSÍ trýstið er nú mest sum støðugt. Pól Jóhannus Justinussen royndi seg við fínum skoti, men veteranurin í AB málinum, Heðin Stenberg, var í fullari longd, tá ið hann bjargaði meistarliga.
85) 0-1
Innskifti Jann Benjaminsen sendir eftir horna bóltin omanfyri AB málið. NSÍ pressar og pressar, men tað er broddur í, tá ið AB svarar aftur í skjótum mótálopum.
87) 0-1
Tað er fyri tað mesta í sambandi við deyðbóltar - serliga hornaspørk og innkøst, at talan er um spentar støður í AB brotsteiginum.
90) 0-1
Fýra minuttir lagdir aftrat.
92) 0-1
Mikkjal T. Hentze fer av vøllinum og inn á AB miðvøllin verður settur Filip í Liða.
94) 0-1
Liðugt.
AB hevur í kvøld sent NSÍ úr kappingini um løgmanssteypið.
-----
----
Kl. 16 ÍF – B36 0-3 (0-2)
Dómari er Rani A. Skaalum.
Tað regnar í Fuglafirði, men annars eru líkindini at spæla fótbólt heilt góð.
10) 0-1
0-1: Hugin Samuelsen
Eftir øgiligt kiks í heimaverjuni legði B36 seg framum longu í triðja minutti.
B36 hevur síðani havt stóran møguleika, eftir at ÍF misti í uppspælinum.
22) 0-2
0-2: Benjamin Heinesen
Eftir smáspæl í høgru og innlegg frá fyrra málskjúttanum Hugini Samuelsen er tað Benjamin Heinesen, sum úr sjey metrum setir bóltin í ÍF málið.
Tað hevur annars ikki verið so øgiliga eyðsýndur munur á liðunum, men tað tykist vera lítið at ivast í, at B36 hevur kós ímóti fjórðingsfinaluni.
45) 0-2
HÁLVLEIKUR
B36 hevur havt fleiri góðar støður, sum gestirnir hava vunnið sær, tá ið heimaliðið hevur mist í uppspælinum.
46) 0-2
Hannes Agnarsson avloysir Meinhard E. Olsen hjá B36 beinanvegin eftir steðgin.
60) 0-3
0-3: Kaimar Saag
Eftir fríspæling frá Lukasz Cieslewicz lufti Kaimar Saag bóltin uppum málverjan. Tað er klassamunur í Fuglafirði.
75) 0-3
ÍF hevur havt tvær góðar royndir. Í fyrra førinum brast bólturin í tvørtræið eftir fríspark, og so bjargaði B36 verjan á strikuni eftir horna.
B36 hevur skift tveir sekstan ára gamlar dreingir inn fyri Kaimar Saag og Magnus Holm Jacobsen. Teir eru Andras Johansen og Sámal Jákup Johannesarson.
90) 0-3
LIÐUGT
ÍF hevði í síðstu løtu góða roynd, men Lukasz Cieslewicz bjargaði á strikuni.
-----
Kl. 16 Undrið – EB/Streymur 0-3 (0-2)
Dómari í Gundadali er Rúni Olsen.
Líkindini at spæla fótbólt eru góð, nú EB/Streymur í Betri deildini er gestur hjá Undrið FF, sum spælir í aðru deild. Undrið er topplið í aðru deild. Liðið hevur fult stigatal tólv stig fyri fýra dystir.
08) 0-1
0-1: Ari Ó. Ellingsgaard
Gestirnir hava lagt seg framum.
23) 0-2
0-2: Arnar Dam
45) 0-2
HÁLVLEIKUR
60) 0-3
0-3: Ari Ó. Ellingsgaard
90) 0-3
LIÐUGT
----
Kl. 15: B68 – HB 0-4 (0-3)
Dómari á Svangaskarði er Áron Sofus Vest
Líkindini at spæla fótbólt eru góð á Svangaskarði. Onkrir smáir ælingar og hampuliga stilt.
10) 0-0
HB hevur fyri tað mesta verið á bóltinum, og gestirnir hava longu havt trý hornaspørk. Luturin hjá B68 er fyri tað mesta at verja. Einaferð hava toftamenn verið í HB brotsteiginum.
20) 0-0
HB situr framvegis nógv á spælinum, men einki mál er komið. Nú regnar á Svangaskarði.
32) 0-1
0-1: Adrian Justinussen
HB hevur havt nógv spæl, men fáar upplagdar málmøguleikar. Nú glapp hjá gestunum úr høvuðsstaðnum – Adrian Justinussen legði HB fram um.
Adrian var spældur leysur innanfyri verjuna í vinstru og sendi bóltin framvið málverjanum og umvegis handara stólpa og í málið.
40) 0-1
HB hevur av álvara yvirtikið spælið og heimaliðið er undir støðugum trýsti. Á verjukendum miðvallarplássi hjá B68 er í dag sóknarpresturin Ovi Brim.
42) 0-2
0-2: Adrian Justinussen
HB hevur av álvara lagt seg á sigurskós. Jógvan Skeel Nolsøe, sum júst var komin inn, legði innfyri úr visntru, og Adrian Justinussen stýrdi bóltin í málið.
44) 0-3
0-3: Magnus Egilsson
Nú gongur skjótt við málskjótingini hjá HB. Magnus Egilsson royndi seg við skoti av brotsteigarmarkinum, bólturin tók í ein av monnunum í brotsteiginum og fór so í málið.
HÁLVLEIKUR
0-3
55) 0-3
Nú gongur tað friðarliga fyri seg. Eingin ivi er um, at HB longu hevur tryggjað sær pláss í fjórðingsfinaluni, og so er spurningurin, hvussu nógv gestirnir fara at leggja fyri í seinna hálvleiki.
68) 0-3
HB sparir lyklaspælaran Trónd Jensen, sum fer av vøllinum. Í hansara stað verður settur Heri H. Mohr.
HB liðformaðurin Jógvan Rói Davidsen fór tíðliga í fyrra hálvleiki skaddur av vøllinum. Í hansara stað kom Jógvan Skeel Nolsøe. Tá varð HB liðið um skipað.
80) 0-4
0-4: John Frederiksen
Eftir aftur og fram smekkar John Frederksen til, og so er 4-0 til HB.
90) 0-4
Liðugt.
HB heldur fram í steypakappingini.
---
Kl. 15: B71 – Giza Hoyvík 4-0 (1-0)
Dómari á Sandi er Bent Tommy Linklett
25 ) 1-0
1-0: Mohammed Tijani
Eftir innlegg úr høgru var Tijani fyrstur á og stýrdi við høvdinum bóltin í málið.
45) 1-0
HÁLVLEIKUR
Heimaliðið hevur verið nógv meiri á bóltinum, og tað hava verið tveir stórir málmøguleikar umframt tann,, sum bar leiðslumálið við sær.
Líkindini at spæla fótbólt á Sandi eru fín.
69) 1-0
So var bólturin aftur í netinum hjá Giza Hoyvík, men Bent Tommy Linklett bríkslaði fyri rangstøðu.
73) 2-0
2-0: Mads Hentze
Innskifti Mads Hentze hevur økt um leiðsluna.
75) 3-0
3-0: Bakary Bojang
78) 4-0
4-0: Tummas Pauli Olsen
So varð talan um stóran heimasigur. Innskifti Tummas Pauli Olsen skoraði fjórða málið.
90) 4-0
Liðugt.
B71 heldur fram í steypakappingini.
---
Kl 15: Suðringar – KÍ 2-1 (1-1)
Dómari í Trongisvági er Dagfinn Forná
01) 0-0
Líkindini at spæla fótbólt eru góð í Trongisvági. Tað er turt og stilt.
12) 0-1
0-1: Páll A. Klettskarð
Jóannes K. Danielsen legði innfyri úr høgru, og málverjin beindi bóltin út til horna. Jóannes Bjartalíð legði við horna innfyri, og KÍ liðformaðurin Páll A. Klettskarð sendi við høvdinum bóltin í málið.
25) 0-1
Suðringar hava verið meira við og hava søkt at málinum hjá KÍ, eftir at gestirnir løgdu seg á odda.
38) 1-1
1-1: Salmundur Bech
Salmundur Bech royndi seg við skoti, og tað endaði við horna úr vinstru. Tá ið lagt varð innfyri, var Salmundur Bech hægstur, og við høvdinum stýrdi hann bóltin í málið.
HÁLVLEIKUR
50) 1-1
So vóru Suðringar tveir ímóti einum í álopsstøðu, men KÍ bjargaði støðuni til innkast.
60) 1-1
Síðani góðu støðuna, sum heimaliðið var í fyri tíggju minuttum síðani, hevur tað mesta gingið fyri seg millum brotsteigarnar. Tað hava ongir málmøguleikar verið og ongar støður, sum kundu havt borið møguleika við sær.
63) 2-1
2-1: Salmundur Bech
Við fínum frísparki eitt sindur úr vinstru sendir Salmundur Bech bóltin í málið. Harvið er hann tvímálaskjútti ídag.
70) 2-1
KÍ roynir at leggja heimaliðið undir trýst, og ein góður møguleiki hevur verið síðani Suðringar løgdu seg framum. Páll A. Klettskarð sendi bóltin í stólpan.
80) 2-1
Suðringar hava framvegis kós ímóti fjórðingsfinaluni. KÍ roynir at leggja trýst á, og tað hava verið fleiri spentar støður í brotsteiginum hjá heimaliðnum, har málverjin hevur havt fleiri fínar bjargingar.
At KÍ nú spennir álopsbogan ber við sær, at heimaliðið hevur møguleikan fyri skjótum mótálopum.
85) 2-1
Tað stendur einki til hjá klaksvíkingum, sum í landskappingini eru ósigraðir. Teir eru á veg at verða varpaðir úr steypakappingini longu í fyrsta umfari. Suðringar halda tørn, og KÍ hevur sett bæði Hjalgrím Elttør og Jálopsspælaran Jonn Johannesen á vøllinum. Hetta er fyrsta ferðin, at Jonn er á besta liðnum. Út eru farnir Boris og Óli Poulsen.
90) 2-1
Málverjin hjá heimaliðnum sær gult fyri at drála.
95) 2-1
LIÐUGT
Suðringar hava varpað KÍ úr steypakappingini. Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, vóru nógvar spentar støður í brotsteiginum hjá heimaliðnum, men tað spurdist einki burturúr innleggunum - heldur ikki tí síðsta, tá ið KÍ málverjin Kristian Joensen var frammi í brotsteiginum.
Øgiligur fagnaður í heimaleguni, har rópini gella, sum tey gjørdu í fjør - Suðringar, Suðringar, Suðringar.
Heimaliðið vísti framúr hugburð, og hesa ferð vóru marginalirnir á síðuni hjá Suðringum.