Beinleiðis: Toppurin skramblaði saman

KÍ og EB/Streymur vunnu fulla úrtøku á úitivølli ímóti B36 og Skála

Kl. 15.00 Skála - EB/Streymur 1-2, B36 - KÍ 0-3 og TB - HB 1-2

Kl. 18.15 HB - AB

Kl. 19.00 NSÍ - ÍF

KÍ er nýtt topplið. Klaksvíkingar tóku toppin, tá ið teir seinnapartin í góðveðrinum í Gundadali vunnu sannførandi 3-0 sigur ímóti B36.

Á Skála legði heimaliðið seg framum stutt undan steðginum, men í seinna hálvleiki reisti EB/Streymur seg og skoraði tvey mál.

Víkingur skoraði tíðliga í seinna hálvleiki tvey mál, og so var tað ov seint, tá ið Stefan Radosavljevic í tíðini, sum dómarin legði aftrat, minkaði um munin.

Klaksvíkingar vóru alla tíðina ágangandi og serliga í fyrra hálvleiki vístu teir í løtum gott spæl. Eftir at eyðsýndi Simen Sandmæl eftir B36 kiks í uppspælinum hevði lagt teir framum, gekk tað fyri seg eftir treytunum hjá KÍ.

B36 spældi seg dygst undan steðginum fram til risamøguleika, sum varð misnýttur. Eftir steðgin arbeiddu gestirnir framúr nógv. Teir vóru oftast tveir um heimamannin við bóltinum, og B36 spælararnir høvdu ilt við at fáa spælið at rigga. Teir vóru frustreraðir og høvdu hug at illneitast inn á dómaran.

Árni Frederiksberg royndi seg úr góðum støðum við tveimum fríspørkum, men hetta var hvørki dagurin hjá Árna Frederiksberg ella B36.

Innskifti Darius Lewis økti til 2-0, og tá ið sera eyðsýndi Jóannes Bjartalíð staðfesti 3-0 sigurin, var upploysn millum heimamenninar.

http://www.in.fo/myndasavn/

--

Inntil sunnudagin hevði EB/Streymur einki stig vunnið. Sunnudagin endaði tað við 5-1 heimasigri ímóti AB, og nú eru sundalagsmenn á veg av Skála við 2-1 sigri ímóti heimafavorittunum.

Alt sá út til at fara at verða, sum tað varð roknað við, tá ið Jákup Johansen stutt undan steðginum legði Skála framum.

Eftir steðgin koppaði alt á høvdið. EB/Streymur bæði javnaði og skoraði sigursmálið.

Tað sá út til at vera stórt afturstig fyri EB/Streym, tá ið Arnbjørn Hansen longu eftir lítlan tíma fór skaddur av vøllinum.

Avloysarin hjá Arnbjørn Hansen vísti seg at verða heilt avgerandi. Steffan Løkin javnaði til 1-1, og tað var innskifti Niklas Kruse, ið skoraði sigursmálið, sum ber við sær, at EB/Streymur nú hevur seks stig, meðan Skála framvegis hevur tólv stig.

Hetta var fyrsta ferðin í ár, at tvey mál eru farin ígjøgnum hjá Skála, sum frammanundan hevði vunnið allar dystirnar síðani fyrsta umfar, tá ið Skála tapti 1-0 í Gundadali ímóti B36.

-

Í Trongisvági var Víkingur leikliga omaná fyrrapartin av fyrra hálvleiki, tá ið gestirnir høvdu lotið undan. Fram ímóti steðginum mentist heimaliðið. Tí lá tað í luftini, at tað fór at verða heilt spennandi eftir steðgin.

Soleiðis tørnaði tað ikki út. Eftir lítlari løtu beinanvegin eftir steðgin skoraði Víkingur tvey mál. Veteranarnir Sølvi Vatnhamar og Adeshina Lawal skoraðu málini. Síðani gekk tað mesta fyri seg eftir treytunum hjá Víkingi.

Fram ímóti dystarenda svaraði TB aftur. Toppskjúttin Stefan Radosavljevic skoraði, men tá var tíðin farin, og so endaði tað við 2-1 Víkinga sigri.

 

Skála - EB/Streymur 1-2 (1-0)

1-0: Jákup Johansen

1-1: Steffan Løkin

1-2: Niklas Kruse

 

B36 - KÍ 0-3 (0-1)

0-1: Simen Sandmæl

0-2: Darius Lewis

0-3: Jóannes Bjartalíð

 

TB - Víkingur 1-2 (0-0)

0-1: Sølvi Vatnhamar

0-2: Adeshina Lawal

1-2: Stefan Radosavljevic

 

HB - AB kl. 18.15

NSÍ - ÍF kl. 19.00

---

Beinleiðis frásøgn frá teimum trimum dystunum, sum byrjaðu klokkan 15.00

 

TB - Víkingur kl. 15.00

00) Líkindini eru av teimum fagrastu í Trongisvági.

01) 

TB gevur bóltin upp.

09) 0-0

Víkingur er væl meiri í álopsstøðu, men enn hevur tað ikki verið vandamikið.

17) 0-0

Víkingur hevur eina røð av hornaspørkum, men TB verjan megnar hvørja ferð at varpa bóltin burtur.

22) 0-0

Bólturin er framvegis væl meiri á TB hálvuni. Heimamenninir eru væl skipaðir í verjuni, meðan teir lúra eftir møguleikanum at fara í skjótt mótálop.

35) 0-0

Síðstu løtuna hevur TB verið meiri í álopsstøðu enn higartil.

45) 0-0

HÁLVLEIKUR

0-0

46) 0-0

Eftir friðarligan fyrra hálvleik, har einki kort var á lofti og einki mál varð skorað verður farið undir seinna hálvleik.

Ongar skiftingar eru gjørdar.

50) 0-1

0-1: Sølvi Vatnhamar

So hevur Víkingur lagt seg framum.

53) 0-2

0-2: Adeshina Lawal

Nú bendir nógv á, at tað skal eydnast víkingum at fara til hús við øllum.

91) 1-2

1-2: Stefan Radosavljevic

TB hevur svarað aftur, men tað verður neyvan til meiri enn hetta málið, tí tíðin er um at vera farin.

LIÐUGT

1-2

---

B36 - KÍ kl. 15.00

00) Líkindini eru av teimum fagrastu í Gundadali.

01) KÍ gevur bóltin upp.

05) 0-0

Jonn Johannesen hjá KÍ hevur ligið skaddur á vøllinum í eina løtu, men nú er hann á fótum aftur.

13) 0-0

Tað verður ansað væl eftir mótstøðumonnunum. Markeringarnar eru tættar, og tað verður bíðað eftir fyrsta málmøguleikanum. Merkisvert er tað, at Alex Mellemgaard í dag er miðverjii hjá B36.

16) 0-1

0-1: Simen Sandmæl

Álopið er væl uppbygt í høgru, nógvir eru við í uppspælinum, og tað endar við, at bólturin verður lagdur út til Simen Sandmæl, sum av brotsteigarmarkinum og mitt fyri potar bóltin upp í málhornið til høgru fyri seg sjálvan.

20) 0-1

KÍ vinnur eftir horna fríspark frammarlaga í høgru. Jóannes Bjartalíð smekkar til, men bólturin fer omanfyri handaru samankomingina.

28) 0-1

B36 spælararnir royna at vera ágangandi, og fyri løtu síðani var støðan spent í KÍ brotsteiginum. At teir eru so spentir ber við sær, at B36 spælararnir onkra ferðina gera fríspark. Nú lá KÍ vongverjin eina løtu í egnum brotsteigi eftir at ein fótur rakti hann í fótin.

41) 0-1

GULT KORT: Magnus Holm Jacobsen hjá B36 fyri ógvusliga takling.

B36 spælararnir hava nógv fokus á dómaranum. Tað tykist sum um, at teir kanalisera misnøgdina við, at tað ikki eydnast teimum at spæla seg til upplagdan málmøguleika, yvir á dømingina.

45) 0-1

B36 misnýtir risa møguleika. Magnus Holm Jacobsen roynir seg við skoti eitt vet úr høgru. Bólturin strýkur framvið málinum, og við handara stólpa stingur Gilli Samuelsen fótin fram, men bólturin fer dygst skeivu megin handara stólpan.

Nógv størsti málmøguleikin í fyrra hálvleiki.

45) 0-1

Tveir minuttir lagdir aftrat fyrra hálvleiki.

HÁLVLEIKUR

0-1

46) 0-1

Teir somu, sum vóru við frá byrjan eru aftur á vøllinum.

47) 0-1

Jóannes Bjartalíð sneiðir seg leysan á brotsteigarmarkinum og roynir seg við skoti. Bólturin hevur kós móti stólparótini, men Hans Jørgensen í B36 málinum tveitir seg og bjargar.

51) 0-1

GULT KORT. Ísak Simonsen hjá KÍ fyri fríspark.

52) 0-1

Nú stendur á gomlum nøglum  hjá klaksvíkingum. Árni Frederiksberg hevur roynt seg við tveimum fríspørkum mitt fyri málinum og 5-7 metrar uttanfyri brotsteigarmarkið. Kristian Joensen í KÍ málinum hevur bjargað báðu ferðirnar.

56) 0-1

KÍ skiftir út: Steinbjørn Olsen avloysir Torbjørn Grytten.

63) 0-1

KÍ skiftir út: Darius Lewis avloysir Jonn Johannesen.

70) 0-1

Síðstu løtuna hevur lítið skil verið á fótbóltsspælinum. Nógvir nærdystir mitt á vøllinum.

71) 0-1

B36 skiftir tveir spælarar út: Michal Przybylski og Erling D. Jacobsen avloysa Lukasz Cieslewicz og Magnus Holm Jacobsen.

80) 0-1

GULT KORT. Michal Przybylski fyri at vísa sína misnøgd, tá ið dómarin bríkslaði fyri málsparki til KÍ, og hann vildi hava horna til B36.

81) 0-2

Darius Lewis

Klaksvíkingar eru av álvara á sigurskós. Simen Sandmæl spælir framímillum til Darius Lewis, sum rennur frá verjuni og framvið málverjanum, áðrenn hann trillar bóltin í opna málið.

89) 0-3

0-3: Jóannes Bjartalíð

Meðan máttleysir heimamenn hyggja at leggur KÍ seg framum 3-0. Innskifti Steinbjørn Olsen vann bóltin í høgru, og bólturin endaði hjá Jóannes Bjartalíð, sum mitt fyri og eitt vet til høgru sendi bóltin undir nærru samankomingini.

91) 0-3

Aksel B. Danielsen avloysir Jóannes Bjartalíð.

LIÐUGT

0-3

----

 

Skála - EB/Streymur kl. 15.00

00)

Líkindini at spæla fótbólt eru av teimum fagrastu á Skála

01) Skála gveur bóltin upp.

10) 0-0

Heimaliðið er meiri á bóltinum.

17) 0-0

GULT KORT: Ronni Møller-Iversen hjá Skála.

 29) 0-0

Arnbjørn Hansen var millum teir fyrstu hjá EB/Streymi. Nú er hann farin av vøllinum, og í hansara stað er settur Niklas Kruse.

 44) 1-0

1-0: Jákup Johansen

So hevur Skála vunnið úrtøku úr yvirvágini. Jákup Johansen setti bóltin í málið eftir fínt uppspæl, og síðstu sendingina átti Heðin Klakstein.

45) 1-0

HÁLVLEIKUR

1-0

47) 1-1

1-1: Niklas Kruse

Gestirnir hava lagt bragdliga fyri. Nú er javnt á Skála. Innskifti Niklas Kruse skoraði og uppleggið átti Steffan Løkin.

49) 1-1

GULT KORT: Magnus Jarnskor hjá EB/Streymi.

58) 1-1

Skála skiftir út: Andeas Egeberg Jacobsen avloysir Edvin Jakobsen.

80) 1-2

1-2: Niklas Kruse

Gestirnir vísa sjálvsálit, og nú hevur innskifti Niklas Kruse lagt EB/Streym framum.

85) 1-2

Skála skiftir tveir spælarar út: Av vøllinum fara Jákup Johansen og Haraldur R. Højgaard. Í teirra stað verða settir Jan Ingason Hansen og Janus Svabo Samuelsen.

 

90) 1-2

Fýra minuttir lagdir aftrat.

LIÐUGT

1-2