19. umfar í Effodeildini er í dag og í morgin. Meðan NSÍ og ÍF spæla í annaðkvøld, so verða hinir fýra dystirnir leiktir í dag. Kl.14.30 spæla HB og TB í Gundadali, og kl.15.00 spæla AB – EB/Streymur og Víkingur – KÍ. Seinasti dysturin í dag verður kl.17.00, tá ið B36 fær vitjan av FC Suðuroy.
Fylgið gongdini beinleiðis niðanfyri:
B36-FC Suðuroy
90: Liðugt. B36 vann uppiborið 1-0. FC Suðuroy royndi at blaka fólk fram síðstu løtuna, men í veruleikanum var tað B36, sum var nærri einum máli til 2-0, enn FC Suðuroy var einum máli til 1-1.
82: So hevur B36 skift út. Alex Mellemgaard er komin inn fyri Gest B. Dam.
Framvegis 1-0 til B36, og ikki er líkt til, at tann støðan verður broytt.
77: FC Suðuroy hevur skift út. Reidar Dahl Joensen er komin inn fyri Búa Egilsson.
70: Tað er framvegis 1-0 til B36, og málkjansirnir eru ikki so nógvir í tali. Tó hevði danski Philip Lund ein góðan møguleika fyri løtu síðani, tá ið hann fekk høvdið á innlegg úr vinstru, men bólturin fór eitt petti upp um málið.
55: Støðan er framvegis 1-0 til B36. Hans Pauli Samuelsen hevur staðið í góðum skotstøðum tvær ferðir, men ikki hevur eydnast honum at rakt málið við sínum skotum.
FC Suðuroy hevur ikki beinleiðis spælt seg til nakran málkjans í seinna hálvleiki, men teir eru dúgliga á hálvuni hjá B36 og spæla, so dysturin er als ikki avgjørdur enn.
Harafturat fekk Gestur B. Dam hjá B36 gult kort fyri løtu síðani.
46: Seinni hálvleikur er júst settur ígongd.
45: So er hálvleikur og fult uppiborið er tað B36, ið er á odda. FC Suðuroy kom tó betri við í dystin í seinna hálvleiki, og millum annað hevði Salmundur Bech ein sera stóran møguleika at javna, tá ið eini 38 minuttir vóru spældir, men skotið fór væl við síðuna av B36-málinum.
32: B36 var sera nær við at økja um leiðsluna fyri løtu síðani. Hans Pauli Samuelsen royndi seg úr eini 20 metra fjarstøðu við frísparki, men bólturin fór beint við síðuna av málinum.
25: FC Suðuroy hevur júst brent stóran málmøguleika. Við sending, ið fór uppum B36-verjuna, varð Búi Egilsson spældur leysur, men Trygvi Askham í B36-málinum fekk vart fyri stóra málmøguleikanum.
18: B36 hevur longu framt sína fyrstu útskifting. Jákup á Borg er farin út við skaða, og í hansara stað er komin Benjamin Heinesen.
08: FC Suðuroy hevur ikki fingið eitt bein til jørðina og B36 situr á øllum. Fyri løtu síðani varð Philip Lund spældur leysur og skoraði, men veittrað varð fyri rangstøðu, og tí bleiv málið kolldømt.
02: MÁL!!! B36 hevur longu lagt seg á odda 1-0. Eftir uppspæl úr vinstru varð bólturin sendur innfyri, og har var tað høgri bakkurin hjá B36, Høgni Eysturoy, ið var komin framvið og prikaði bóltin í málið.
Soleiðis stilla liðini upp í Gundadali:
B36: Trygvi Askham - Høgni Eysturoy - Andrias H. Eriksen - Oddmar Færø - Gestur B. Dam - Jákup á Borg - Róaldur Jacobsen - Eli F. Nielsen - Hans Pauli Samuelsen - Lukasz Cieslewicz - Philip Lund
FC Suðuroy: Rani N. Johannesen - Heri Kjærbo - Christian Ibeagha - Vallerian Lobashvili - Tóki K. Mortensen - Palli Augustinussen - Salmundur Bech - Høgni Madsen - Búi Egilsson - Mamuka Toronjadze - Jón Krosslá Poulsen
HB – TB 2-2 (0-1)
0-1: Fróði Benjaminsen, 36. (sjálvmál)
1-1: Fróði Benjaminsen, 79.
1-2: Teitur Justinussen, 83.
2-2: Teitur Olsen, 90. (sjálvmál)
Liðugt: Dysturin í Gundadali er nú liðugur, og tað endaði við 2-2-javnleiki.
90min.: Mááááál! 2-2! Í evstu løtu eydnaðist tað HB at javna til 2-2. Tað var eftir trunkaspæl, at málið kom, og fyribils verður hildið, at Teitur Olsen gjørdi sjálvmál.
83min.: Mááááál! 1-2 til TB! Stórur verjubrølari frá HB, har Alex José dos Santos tætt við egið mál royndi at skerma bóltin til málverjan, men tað endaði við, at Teitur Justinussen smoygdi seg ímillum og fekk lagt TB á odda 2-1.
79min.: Mááááál! 1-1! Loksins eydnaðist tað HB at fáa hol á, og tað var Fróði Benjaminsen, sum nú hevur gjørt skaðan góðan aftur. Hann stútaði bóltin í málið eftir upplegg frá Poul Ingasyni.
75min.: Nú repar HB seglini í royndini at fáa útjavnandi málið. Levi Hanssen kemur á vøllin í staðin fyri Rógva S. Holm.
72min.: HB er framvegis greitt omaná í Gundadali, har TB stríðist og roynir at verja leiðsluna. Ivan Stojkovic í TB-málinum hevur staðið ein framúr góðan dyst.
60min.: HB er greitt omaná, nú gott korter er farið av seinna hálvleiki. Tvørstongin og eitt kolldømt mál hava higartil verið í vegin fyri, at HB hevur fingið útjavnandi málið.
Hálvleikur: Løtuna til hálvleiks hevði TB hug at detta langt aftur á vøllin, men tað hevur bara riggað heilt væl, tí HB hevur ógvuliga ilt við at spæla seg fram til málmøguleikar.
36min.: Máááál! 0-1 til TB! Gestirnir hava lagt seg á odda í Gundadali. Andri F. Bjørnsson legði bóltin innfyri málið, har Fróði Benjaminsen kiksaði í uppruddingini og sendi bóltin í egið mál.
25min.: Enn er lítið hent í Gundadali. HB hevur havt eina hálvgum vandamikla deyðbóltsstøðu, meðan TB hevur verið um reppið at sleppa í góða mótálopsstøðu. Við kvika Albert Adu á odda tykjast mótálopini at vera ein partur av taktikkinum hjá TB í dag.
12min.: Tað mesta av spælinum hevur higartil verið á miðvøllinum, og enn hevur eingin málmøguleiki verið.
1min.: Sera góð veðurlíkindi eru í Gundadali í dag, har tað er lýtt, turt og stilt.
Byrjunaruppstillingar
HB: Teitur M. Gestsson – Rógvi S. Holm, Bartal Wardum, Gunnar Haraldsen, Alex José dos Santos – Rókur av Fløtum Jespersen, Heini Vatnsdal, Fróði Benjaminsen – Christian R. Mouritsen, Adrian Justinussen – Poul Ingason
TB: Ivan Stojkovic – Carl Mikkjal Bech, Martin Tausen, Teitur Olsen, Andri F. Bjørnsson – Heine Mortensen, Jonas Gejel Hansen, Rógvi Joensen – Patrik Johannesen, Teitur Justinussen – Albert Adu
Dómari: Eiler Rasmussen
Víkingur – KÍ 1-1 (0-1)
0-1: Henry Heinesen, 41.
1-1: Hanus Jacobsen, 54.
72min.: Víkingur hevur bóltin meiri, men KÍ-ararnir standa væl á vøllinum. Hans Jørgen Djurhuus hevur fingið gula kortið.
68min.: Jóannes Danielsen kemur á vøllin í staðin fyri Kenan Hajdarevic, sum er skaddur. Jóannes Bjartalíð er nú fluttur fram í álopið.
65min.: Jákup B. Andreassen verður útskiftur, og í hansara stað kemur Tórur Justesen.
54min.: Mááááál! 1-1! Við góðari temjing og hegnisligum heilfluktara hevur Hanus Jacobsen javnað til 1-1 fyri Víking.
52min.: Atli Gregersen missur bóltin og er um at senda Heðin Klakstein til góðan møguleika, men hann velur at forða honum ólógliga og fær gula kortið.
46min.: Víkingur fremur eina útsskifting í hálvleikinum. Gert Hansen er farin av vøllinum, og í hansara stað er Páll Mohr Joensen komin.
Hálvleikur: KÍ fekk so líðandi takið á dystinum, og tað er tí ikki óuppiborið, at teir eru á odda.
41min.: Mááááál! 0-1 til KÍ! Eftir gott uppspæl leggur Heðin Klakstein bóltin fyri føturnir á Henry Heinesen, sum sendir bóltin í netið til 1-0 til gestirnar.
30min.: Nú fekk Víkingur stóran málmøguleika, og eisini hjá teimum var tað eftir hornaspark. Finnur Justinussen stútaði og Gert Hansen royndi seg síðani við at seta fótin á, men bólturin fór beint framvið málinum.
27min.: Bárður J. Hansen hjá Víkingi fær gult kort fyri at steðga lovandi mótálopi.
25min.: Stórur málmøguleiki til KÍ! Eftir hornasparksinnlegg var Atli Danielsen hægstur við aftaru stong og stútaði ímóti málinum, men tað varð bjargað á sjálvari málstrikuni.
15min.: Liðini hava havt hvørt sítt hornaspark, men enn hevur eingin skotroynd verið.
7min.: Eingin hevur havt nakran veruligan málmøguleika enn, men bæði liðini eru álopssinnað og hava hug at søkja at málinum.
Byrjunaruppstillingar
Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Hans Jørgen Djurhuus – Sølvi Vatnhamar, Gert Hansen, Heðin Hansen – Filip Djordjevic – Finnur Justinussen
KÍ: Meinhardt Joensen – Sørmundur Kalsø, Atli Danielsen, Ndende Adama Gueye, Moyowa Alli – Jákup B. Andreasen, Hjalgrím Elttør, Henry Heinesen, Heðin Klakstein - Kenan Hajdarevic, Jóannes Bjartalíð
Dómari: Páll Augustinussen
EB/Streymur – AB 0-4 (0-0)
0-1: Dion Splidt, 65.
0-2: Jógvan Skeel Nolsøe, 72.
0-3: Kristin R. Mouritsen, 78.
0-4: Jobin Drangastein, 86.
74min.: AB er ávegis fyrsta sigrinum í Effodeildini í ár.
72min.: Mááááál! 0-2 til AB! Jógvan Skeel Nolsøe rak seg leysan og setti bóltin trygt í netið til 2-0 til gestirnar.
65min.: Mááááál! 0-1 til AB! Dion Splidt hevur lagt gestirnar á odda.
60min.: AB trýstir. Teir trýsta enn meiri nú, enn teir gjørdu í fyrra hálvleiki.
Hálvleikur: Støðan er tann sama, nú teir eru farnir at hvíla seg. AB hevur verið greitt omaná í spælbýtinum og hevur eisini fingið bóltin í málið, men Sorin Anghel hevði gjørt fríspark beint frammanundan og málið varð tískil kolldømt.
25min.: Tað eru gestirnir, sum hava bóltin fyri tað mesta, meðan EB/Streymur dúvar upp á mótálop. EB/Streymur hevur verið tætt við at fáa upplagdan málmøguleika, men veittrað varð fyri rangstøðu.
15min.: AB hevur lagt betur fyri á Skála, har EB/Streymur fyribils hevur heimavøll. Eitt nú hevur Kristin R. Mouritsen roynt seg, men stútarin hjá honum fór upp um málið.