Nú klokkan 18.00 spæla kvinnurnar seinnu hálvfinalurnar í ársins steypakapping.
VÍF og Kyndil spæla í Vestmanna, meðan Neistin og H71 spæla í Havn.
Bæði VÍF og H71 vunnu fyrru hálvfinaluna við úrslitinum 24-19, og tí skulu Kyndil og Neistin helst vinna við í minsta lagi seks málum.
Kortini kann tað gerast nóg mikið hjá havnarliðunum at vinna við fimm málum, um tey samstundis hava skotið flest á útivølli.
Tað vil eitt nú siga, at vinnur Neistin 23-18, er tað Neistin sum vinnur samanlagt, tí at Neistin hevur tá skotið eitt mál meira í sínum útidysti.
VÍF skoraði 24 í sínum útidysti, og skal Kyndil í minsta lagið skora 25 ferðir, um ein munur upp á fimm mál skal verða nóg mikið.
Og endar tað púrasta á jøvnum, soleiðis at Kyndil ella Neistin vinna við úrslitinum 24-19 í kvøld; so skal finaluluttakarin finnast við brotskastskapping, beint eftir at dysturin er liðugur.
Báðir dystirnir byrja klokkan 18.00 í kvøld. FM1 sigur frá øllum dystinum ímillum VÍF og Kyndil í Vestmanna og kunnar um gongdina ímillum Neistan og H71 í Havn.