Beiskt at bróta fingurin áðrenn týðandi HM-undankapping

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Marjuna Danberg greiða frá skaðanum, sum ger, at hon ikki verður partur av HM-undankappingini á heimavølli

Føroyska a-landsliðið hjá kvinnum sum farna vikuskiftið var í Danmark á venjingarlegu, skal komandi vikuskiftið spæla HM-undankappingardystir á høllini á Hálsi í Havn.

 

 

Dystirnir vera móti Makedonia, Íslandi og Eysturríki og vera spældir ávikavist fríggjakvøldið, leygarkvøldið og sunnukvøldið.

 

 

Men føroyska landsliðið má vera ein av profilunum fyri uttan. Kringvarpið veit í dag at siga, at bakspælarin, Marjun Falkvard Danberg, hevur brotið sær fingurin, og tí ikki verður við til dystirnar um vikuskiftið.

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Marjuna Danberg í samrøðu við Trónd Arge á Rás2 greiða frá hvussu skaðin kom, og hvussu beiskt tað er ikki at sleppa at verða partur av eini týðandi HM-undankapping.

 

 

Marjun Danberg finnur tó ein ugga í, at talan er um eitt "pent" brot, og hon fegnast um, at tað ikki verður neyðugt við einari skurðviðgerð.