Beiskt stríð millum Ajax og Michael Laudrup

Michael Laudrup er endaður í einum beiskum stríði við sítt gamla felag í Niðurlondum, Ajax Amsterdam.

 

Ajax Amsterdam ger krav uppá, at Michael Laudrup skyldar teimum eina upphædd, sum svarar til 20 miljónir krónur í okkara peningi.

 

Talan er um pening, sum Michael Laudrup fekk tá hann skifti frá japanska felagnum, Vissel Kobe til Ajax Amsterdam í 1997.

 

Ì samband við sáttmálan rindaði Ajax Amsterdam peningin í skatti til teir niðurlendsku skattamyndugleikarnar, og nú krevur Ajax Amsterdam at fáa peningin aftur frá Michael Laudrup.

 

Nú skal málið fyri rættin í Niðurlondum, og tí sambandinum hevur Ajax Amsterdam sett eina eftirlýsing í eitt niðurlendskt blað. Michael Laudrup er ikki blíður um eftirlýsingina. Men niðurlendska stórfelagið skýtur seg undir, at tað er vanligt at eftirlýsa fólki, sum hava búð í Niðurlondum, og eru flutt av landinum.

 

Núverandi arbeiðsgevarin hjá Michael Laudrup, walisiska Premier League felagið, Swansea heldur eisini, at tað er ein háðan, at Ajax Amsterdam eftirlýsir ein mann, sum øll við bara eitt sindur av fótbóltsvitan vita er høvuðsvenjari hjá Swansea.