Norska tíðindastovan, NTB veit at siga, at tann 23 ára gamli franski framherjin, Hatim Ben Arfa hevur skrivað undir ein fýra ára sáttmála við Premier League felagið, Newcastle United, sum eisini hevur Jóan Símun Edmundson í hópinum.
Hatim Ben Arfa varð útleigaður frá Olympique Marseilles í september. Hatim Ben Arfa breyt beinið fyrr í hesum kappingarárinum, men tað hevur ikki stygt Newcastle frá at gera ein drúgvan sáttmála.
Og høvuðsvenjarin hjá Newcastle, Alan Pardew trýr uppá Hatim Ben Arfa: - So skjótt hann er komin fyri seg, aftaná beinbrotið, so eri eg vísur í, at hann fer at prógva hvussu góður fótbóltsspælari hann er, sigur Alan Pardew við NTB.
Newcastle United er í løtuni nummar 10 í Premier League. Felagið sigur einki um hvussu stór upphæddin er, sum Olympique Marseille hevur fingið fyri at lata Hatim Ben Arfa fara til Newcastle United.