Fótbóltur
Trýstið á Rafael Benitez, venjara hjá Liverpool, hevur veri ðøgiligt seinastu nógvu vikurnar, men í gjár fekk spaniólin eitt sindur at smílast um.
Tað stóð tó hampuliga nógv á Liverpool. Tíðliga í dystinum móti Wigan skoraði Ngog til 1-0, men tað var ikki fyrr enn í 79. minutti, at Torres økti til 2-0 og harvið tók spenningin úr dystinum.
Á Stamford Bridge stóð eisini nógv á heimaliðnum. Chelsea tóktist annars stýra tí mesta, eftir at teir høvdu lagt seg á odda. Men tá teir tíðliga í seinna hálvleiki fyri 12. ferð í ár lótu mótstøðuliðið skorað eftir deyðbólt, gjørdist spenningurin øgiligur.
Chelsea tóktist stevna móti fimta dystinum á rað uttan sigur, men við einum brotssparksmáli frá Lampard fekk oddaliðið kortini sigurin, sum aftur skeyt teir trý stig framum Manchester United í oddastríðnum.
Heilt so væl gekst ikki hjá Arsenal, sum við javnleiki móti Burnley misti týðandi fet. Og á White Hart Lane fingu milliardaíløgurnar hjá Manchester City av at vita móti einum heimaliði, sum hevði sítt at prógva eftir blamasjuna móti Wolves um vikuskiftið.
Úrslitini mikukvøldið
Burnley-Arsenal 1-1
Chelsea-Portsmouth 2-1
Liverpool-Wigan 2-1
Tottenham-Manchester City 3-0