Skelti
Fólk, ið havi vitjað uttanlands, kenna sjónina av skeltum uttanfyri eina bensinstøð, har brennievnisprísirnir standa skrivaðir á. Hetta verður m.a. gjørt fyri, at kundarnir kunnu kenna prísirnir, áðrenn teir standa við pumpurnar. Á henda hátt hava kundarnir eisini møguleikan at meta hvørt prísurin á brennievni er nakað, sum teir kundu hugsað sær at goldið fyri, ella teir vilja leita aðrar leiðir.
Tað er í samráð við Kappingarráðið, at farið verður undir hetta átakið. Hetta verður gjørt fyri at tryggja mest møgulig og rættvísa kapping á økinum.
Niels Juul Nattestad, stjóri fyri Statoil, sigur, at teir fara undir at seta skelti upp á støðunum kring landið í nærmastu framtíð.
Hann greiðir frá, at tað var Kappingarráðið, sum kom við boðunum um, at nú skuldu skelti setast upp. Hetta høvdu teir sum so einki ímóti, og teir fyrireika í løtuni at seta skeltini upp. Tað verður væntandi einaferð í november, at skeltini fara at gera innrás kring landið.
Eisini Føroya Shell ætlar at seta skelti upp í næstum. Hákun Djurhuus, stjóri fyri Føroya Shell, greiðir frá, at teir í løtuni arbeiða við málinum. Teir hava funnið tey røttu skeltini, og nú manglar bara at fáa alt tað praktiska upp á pláss.
Hvussu hetta fer at ávirka marknaðin er ikki gott at vita, men í øllum førum mugu fólk venja seg við sjónina.
Kappingarráðið hevur sett 1. november, sum dagin, tá skeltini skulu verða sett upp.