Bent Fabricius-Bjerre jarðaður í stillum

Fólkakæri danski tónasmiðurin, Bent Fabricius-Bjerre, sum doyði ólavsøkuaftan, er jarðaður.

Tað sæst í eini andlátslýsing á heimasíðuni afdøde.dk.

Jarðarferðin fór fram privat við teimum nærmastu, skrivar Billed-Bladet. Miðilin hevur verið í samband við son Bent Fabricius-Bjerre.

Bent Fabricius-Bjerre hevur í ættarlið verið ein av kendastu tónasmiðum í Danmark og ein av bestu tónleikarunum. Hann byrjaði yrkisleið sína, tá hann var 17 ára gamal.

Tað stóra tónleikaliga gjøgnumbrotið fekk hann í 1961, tá hann gjørdi eyðkennislagið til sjónvarpssendingina »Omkring et flygel«, har hann sjávlur var vertur.

Bent Fabricius Bjerre gjørdst 95 ára gamal.

/ritzau/