Benthe og Andrass ársins svimjarar

Ársins svimjari hjá monnum, Andrass Thomsen, er ikki langt frá at røkka kravtíðini í 200 frí til EM seinni í ár. Hann ætlar sær at royna at røkka kravtíðini á oyggjaleikunum seinni í mánaðinum.

Í samband við FM kappingina seinasta vikuskiftið vórðu ársins svimjarar hjá kvinnum og monnum kosnir. Tað eru venjararnir í feløgunum, ið luttaka í FM-kappingini, sum kjósa ársins svimjarar. Hjá kvinnum varð Benthe Sikivat Andersen úr TS vald. Grundgevingin var, at Benthe hevur havt góð úrslit í farna svimjiári, er fyrimyndarlig, dámlig og vinarlig.

Hjá monnum var Andrass Thomsen valdur til ársins svimjara. Grundgevingin fyri kjósingini var, at Andrass hevur havt góð úrslit í farna svimjiári, møtur væl til venjing og er ein fyrimynd hjá yngru svimjarunum.

Ársins svimjarar í ár stóðu seg eisini væl í FM kappingini. Benthe Sikivat Andersen vann ikki færri enn sjey kappingar, so lítið er at ivast í, at heiðurin sum ársins svimjari sanniliga er uppiborin. Andrass Thomsen vann tvær kappingar, og var so óheppin at verða kolldømdur í kappingini í 1500 m frí. Andrass setti nýtt føroyskt met í 200 metur bringu við tíðini 1.57,21.

Tíðin er so mikið góð, at Andrass er ikki langt frá kravtíðini til EM seinni í ár. Í sjónvarpinum mánakvøldið segði Andrass Thomsen, at málið er at røkka kravtíðini á oyggjaleikum seinast í mánaðnum. Spennandi verður at fylgja Andrassi, um hann megnar at røkka kravtíðini.