Ber framvegis til at seta pening inn

Spurningurin um at seta pening inn í deildunum hjá BankNordik, sum frá mánadegnum 21. januar verða kassaleysar, hevur ørkymlað folk á Tvøroyri, Sandi og í Miðvági.

Men John Rajani, stjóri í BankNordik, sigur, at tað sjálvandi verður so, at fólk kunnu seta størri upphæddir inn á konto í nevndu deildum.

- Er talan um ítróttafeløg, ið hava havt okkurt tiltak, skúlaflokkar, ið savna pening inn, ella ein konfirmatión, ber sjálvandi til at gera eina avtalu við deildina, og fáa sett peningin á bók, sigur John Rajani.

Men tað merkir ikki, at fólk kunnu koma við einum hundraðkrónuseðli ella tveyhundraðkrónuseðli at seta inn.

- Tá talan er um størri upphæddir, sum folk ikki so fegin vilja liggja inni við, sleppa tey sjálvandi at seta peningin inn á deildunum á Tvøroyri, Sandi og í Miðvági, sigur John Rajani.

Sama er galdandi, um skipað verður fyri einumhvørjum tiltaki, har neyðugt er við vekslipengum. So heilt knívskorið verður tað ikki á deildunum, sum verða kassaleysar frá 21. januar.