Ber seg sum ein drotning á sjónum

Tann nýggi rækjutrolarin hjá vágbingum er sera væl hildin og hartil sera væl útgjørdur í allar mátar. Ikki minst hevur manningin avbera góðar umstøður

? Vit eru ógvuliga spentir og gleða okkum til at sleppa ígongd.

Spentir og glaðir kunnu vágbingar saktans vera.

Fríggjadagin fingu teir nýggjan rækjutrolara og hetta verður nakað heilt annað, enn tað, teir eru vanir við.

Tað sást beinanvegin, tá ið hann kom út úr mjórkanum á Vágsfirði á miðdegi fríggjadagin, tí tað vóru meiri enn ein sum bóru upp á mál, hvussu avbera vakur báturin er.

Og komin umborð, krevst ikki meiri enn ein stutt rundferð til at undirbyggja tann fyrsta varhugan av, at hetta er eitt skip, sum manningin skuldi havt allar møguleikar at trivist umborð á.

Tí eisini innan er báturin avbera snotiligur og væl útgjørdur og hann sær út sum spildurnýggjur.

So skiparin, Johannes Joensen hevur alla orsøk til at vera spentur og glaður.

Sjálvur eigur hann helvtina av bátinum, sum hann annars hevur keypt saman við 14 øðrum, eitt nú beiggja sínum, Dan Joensen.

Talan er um hin navnframa íslendska trolaran, Bessa, sum nú er keyptur til Vágs.

Bessi er 11 ára gamal, nú íslendingar selja hann. Hann var upprunaliga bygdur til ísfisk í 1989, men í 1996 løgdu teir um til rækjur.

Men síðani hava íslendingar mist heilt nógv av sínum rækjukvotum, so at grundarlagið er mestsum tikið undan einum stórum parti av teirra rækjuflota.

Tí varð gjørt av at selja Bessa og so var tað at vágbingar lógu framvið og teimum eydnaðist at ogna sær bátin.

Og higartil hevur báturin roynst teimum væl.

Men tað skal sjálvandi takast við tí fyrivarni, at enn hava teir ikki verið fyrsta túrin við honum.

Tó sigur Johannes Joensen, at áðrenn teir keyptu hann, høvdu teir fólk við honum til fiskiskap í nakrar dagar og hann vísti seg at rigga avbera væl.

Eisini heimferðin gekk væl.

Tann eina dagin høvdu teir sjaskveður. Men hann fleyt sum ein drotning á sjónum, sum tann eini av manningini tók til, hóast hann var skralltómur.

Hesin nýggi báturin kemur ístaðin fyri gamla South Island, sum varð seld einum amerikanskum felag í fjør.

Men annars kunnu bátarnir ikki samanberast, tí hesin tekur næstan tvær ferðir so nógv sum tann gamli og er annars nógv betri útgjørdur í allar mátar.

Eisini hesin nýggi báturin hevur fingið navnið South Island.


Góður við skipið

Skiparin sigur, at tað sæst aftur allastaðni, at íslendingar hava verið sera góður við bátin, tí hann er avbera væl hildin.

Tað sæst ikki slit á honum nakrastaðni, hóast hann er 10 ára gamalur.

Og umstøðurnar hjá manningini eru somuleiðis avbera góðar.

Dekkararnir hava tveymanskømur og yvirmenninir hava kømur einsamallir.

Til hvørt kamar er wc og bað.

Og fellir tíðin nakað long, ber altíð til at leggja seg undir háfjalssólina, ella at seta seg í sauna eina løtu.

Men teir, sum hava tørv á at røra seg meiri enn arbeiðið umborð krevur, kunnu altíð brenna nakrar kaloriur afturat í tí líta venjingarrúminum, har teir bæði kunnu royna seg við vektum, á rennibandi og onkrum øðrum amboðum við.

Allir hesir hentleikar skulu uttan iva koma væl við hjá manningini, tí teir hava nógva frítíð.

? Vit ganga seks og seks, so vit hava frí 12 tímar um samdøgurið. Og tað er hóast alt avmarkað, hvat mann kann sova, sigur Johannes Joensen.


Hava royndirnar

Fortreytirnar fyri at fingið tað at borið til, skuldi verið til staðar, tí eigararnir hava heilt fitt av royndum við rækjufiskiskapi.

Í 1980 gjørdi Johannes Joensen eins og beiggi hansara, Dan, gjørdi fyrst í sjeytiárinum, og flutti til Noregs, har teir báðir vóru til sjós.

Og har gekst teimum so mikið væl í hond, at í 1987 høvdu teir sín egna rækjutrolara, ?Lady Linda?.

Í 1989 kom Johannes heimaftur á skiparaskúla og her varð hann hangandi.

Síðani seldu teir ?Lady Lindu? í 1991.

Men tað var ikki tí teir ætlaðu at gevast.

Í 1994 keyptu teir South Island, sum teir so høvdu til í fjør. Men tá ið teir seldu hana, var tað við tí í hyggju at útvega eitt betri skip. Og tað er so eydnast nú, teir eru komnir til lands við tí nýggja South Island.


Fara helst í Barentshavið

Nýggi rækjutrolarin hjá vágbingum lá ikki leingi í Vági.

Tað ræður um at fáa hann í vinnu sum skjótast.

Tí fóru teir tíðliga í gjáramorgunin til Havnar at gera tær ábøtur, sum skipasýnið krevur.

Annars skal verksmiðjan umborð broytast nokk so fitt.

Vit skulu m.a. hava nýggjan kókara og frystara og tað er leveringstíð.

Men Johannes Joensen roknar ikki við, at tað verður gjørt nú, tí tað ber ikki til at leggja seg at bíða eftir ymsari útgerð, sum ikki er átrokandi neyðug.

? Tí ætla vit at fáa eitt yvirlit yvir tað, sum Skipasýnið krevur, at vit skulu gera beinanvegin, áðrenn vit sleppa avstað.

? Og tá ið tað er gjørt, verður helst farið ein túr, ella báðar tveir, áðrenn ábøturnar á verksmiðjuni verða gjørdar.

Hann væntar, at teir fara fyrst í Barentshavið at royna bátin og at gerast meiri kunnigir við hann.

? Barentshavið kenna vit, og tað er eisini styttri til lands, enn av Flemish Cap, skuldi nakað verðið.

Men Flemish Cap er eisini ein møguleiki, sum teir helst fara at gera meiri burturúr nú, teir hava fingið so stóran bát.