íðliga gav hon til sjóndar sínar sertøku songgávur. Hon hevur sungið nógv í kóri og tey seinastu mongu árini í Havnarkórinum. Í hesum umhvørvi kom hon í samband við úrvaldar sanglærarar sum André Orlowitz úr Póllandi og gitnu íslendsku operusangarinnuna Ólöf Kolbrún Harðardóttir. Í kórsins framførslum av størri verkum sum t.d. Skapanini eftir Haydn, Händels Messias og Ein deutsches Requiem eftir Johs. Brahms hevur Berghild Poulsen við sínari ljómandi, kenslubornu rødd ikki smæst burtur undir liðini á úrvaldum solistum uttan úr heimi.
Ofta eru boð eftir Berghild til solouppgávur hjá øðrum ljómliðum eisini, og eitt serligt tilknýti hevur hon havt til Tórshavnar Kamartrio.
Elsa Súsanna Dalsgaard tók diplomprógv í sangi á Det kgl. danske Musikkonservatorium í Keypmannahavn. Sanglærarar hennara vóru John Gutman og Anne Nyborg.
Í Danmark starvaðist hon sum professionellur sangari í Radiokoret, Det kgl. Operakor og í Jysk Operakor. Síðan 2000 hevur hon havt fast starv í Den norske Operas Kor í Oslo.
Elsa Súsanna hevur havt solokonsertir ymsa staðni í Danmark, og hennara ljómandi rødd hevur eisini verið at hoyra á solokonsertum í Føroyum eitt nú í sambandi við Summartónar. Tá Havnarkórið til sínar oratoriiframførslur hevur havt tørv á alt-sangara, hevur tað verið sum ein sjálvfylgja at heita á Elsu Súsonnu ? soleiðis eisini til framførsluna av Händels Messias fyri seinastu jól.
Í komandi starvsári skal Elsa Súsanna Dalsgaard verða solistur í operunum Rigoletto og La Traviata eftir Verdi á Den norske Opera.