Amerikanski sendiharrin í Danmark, Laurie Susan Fulton, er partvís av donskum uppruna, og tað taldi við, tá hon skuldi gera av, um hon tók av tilboðnum at gerast amerikanskur sendiharri í Danmark.
- Jú, eg havi familju í Danmark, sum eg kenni, og tað var sjálvandi við í tankunum, tá eg skuldi gera av, um eg vildi verða amerikanskur sendiharri í Danmark, sigur Laurie Fulton.
Móðir hennara, Norma Klinkel, var politiskt aktiv og varð vald í umboðsráðið í heimstatinum South Dakota sum fyrsta kvinnan.
- Vit siga altíð, at politisku genini komu tvørtur um Atlantshavið við abba mínum. Langabbi mín, Mads Jensen-Aale, sat í Fólkatinginum í 22 ár, frá 1918 til 1940, sigur Laurie Fulton.
Sjálv hevur hon ongantíð latið seg stilla upp til nakað politiskt starv, sum fyrrverandi maður hennara, Thomas Daschle, stillaði upp og varð valdur í kongressina, og tá var Laurie Fulton ein av ídnu hjálparfólkunum.
Hon var eisini eitt av hjálparfólkunum hjá George McGovern tá hann var uppstillaður til Senatið í 1968, og tá hann stillaði upp til forseta í 1972.
Men hóast hon ikki sjálv hevur verið uppstillað til nakran politiskan sess, hevur hon kortini sitið í fleiri nevndum hjá stjórnini. Eitt nú sat hojn í fýra ár í United States Institute of Peace, Board of Directors, frá januar 2004 til oktober 2008 eins og hon sat í Committee on Environment and Public Works, United States Senate, frá 1987 til 1989.
Í starvi sínum sum advokatur hevur hon eisini sitið í fleiri nevndum, og var í 2004 kosin ein av »Washington’s Top Lawyers« av Washingtonian magazine.
Móðir stóra ávirkan
Sum nevnt var móðir Laurie Fulton, Norma Klinkel, politiskt aktiv.
Hon var vald sum fyrsta kvinna í South Dakota Public Utilities Commission, og sat har frá 1975 til 1981. Eisini sat hon sum næstformaður í South Dakota Democratic Party í tvey ár, frá 1966-1967.
- Hon var fyrsta kvinna yvirhøvur, sum hevur sitið í eini Public Utilities Commission í USA, so hon var sanniliga ein slóðbrótari innan kvinnur í politikki. Og fyri meg hevur hon altíð verið ein íblástur, ikki bert í politikki, men eisini í samfelagslívi, har hon tók stóran lut, sigur Laurie Fulton.
Fyri hana merkti mamman, at hon tók tað sum givið, at taka lut í felagslívinum í samfelagnum.
Men kvinnur yvirhøvur traðka alt meira fram á politiska pallinum. Vit kunnu nevna Madelaine Albright, Condoleeza Rice og nú Hillary Clinton, og tað er nakað, ið líkar amerikanska sendiharranum í Danmark væl.
- Eg haldi, tað er fantastiskt, at fleiri og fleiri kvinnur nú stíga fram í politikki, ikki bert í USA og Danmark, men í stórum pørtum av vesturheiminum. Og í India varð ein lóg samtykt fyri nøkrum døgum síðani sum áleggur, at í minsta lagi ein triðingum av sessunum í tinginum skal vera kvinnur, sigur Laurie Fulton.
Hon vísir á, at helmingurin av heimsins íbúgvum eru kvinnur, og hon heldur, at fleiri kvinnur í politikki fer at gera heimin til eitt betri og tryggari stað at liva í.
Obama og Kennedy
Laurie Fulton ivast ikki í, at vit innan alt ov langa tíð fara at síggja ein kvinnuligan forseta í USA. Og tað eru eisini tey, ið halda, at um Hillary Clinton hevði vunnið á Obama í undanvalinum hjá demokratunum, hevði hon blivið fyrsti kvinnuligi amerikanski forsetin.
- Eg ivist ikki í, at vit skjótt fara at fáa ein kvinnuligan forseta. Vit sóu, at hóast Clinton ikki vann demokratiska undanvalið, vísti hon, at hon saktans var før fyri at leiða eitt valstríð, og fyri mær hevur hon greitt og týðiliga svara spurninginum: Ja, ein kvinna kann saktans gerast forseti í USA, sigur Laurie Fulton.
Men hóast Hillary Clinton ikki gjørdist forsetavalevni, gjørdist valið í 2008 søguligt.
- So avgjørt. Hetta var eitt slóðbrótandi val, tí vit høvdu eina kvinnu og ein littan amerikanara at kappast um forsetaevnið, og sum vit jú vita fingu vit fyrsta litta forsetan nakrantíð. Og valið var eisini slóðbrótandi á tann hátt, at luttøkuprosentið var rættiliga høgt eftir amerikanskum standard, sigur Laurie Fulton.
Mong hava hug at sammeta Obama við Kennedy, og meðan tey fyrst í 60-unum tosaðu um New Frontier, tosa mong í dag um New Beginning.
Laurie Fulton er fødd 2. juli 1949, og var tískil sera ung, tá Kennedy var forseti.
- Mær dámdi hann væl, eins og mær eisini dámdi bróður hansara, Bobby Kennedy, væl. Ólukkuvís vórðu báðir myrdir, men fyri mær er Obama mest spennandi navnið vit hava havt sum forsetavalevni í 40 ár, síðani Bobby Kennedy, sigur Laurie Fulton.
Hon stuðlaði tí Obama av fullum huga, og hon heldur, at hóast fíggjarkreppan rakti við fullari megi um ta tíðina, tá Obama var valdur, heldur hon, at hann hevur staðið seg ógvuliga væl sum forseti higartil.
- Eg vóni, at hann fer at sita tvær setur, tí hann hevur evnini at leiða Amerika úr kreppuni og fer at halda landinum saman, og hann hevur longu megnað at fáa onnur at síggja USA við øðrum eygum, og hann hevur skapt eina vón fyri framtíðina fyri amerikanarar, eins og Kennedy gjørdi fyrst í 60-unum, sigur Laurie Fulton.
Ætlar aftur
Kalda Kríggið er av, og tað, sum í stóran mun ávirkar amerikanskan politikk, er kríggið móti terror.
- Viðurskiftini millum Danmark og USA hava altíð verið góð, serliga eftir kríggið. Bæði londini síggja eins upp á verðina og eru samd í mongum viðurskiftum, og eg vóni, at eg sum amerikanskur sendiharri í Danmark kann halda viðlíka og betra enn meiri um viðurskiftini landanna millum, sigur Laurie Fulton.
Tað er ikki á hvørjum degi, at amerkianski sendiharrin í Danmark vitjar í Føroyum, men nýggi sendiharrin er íðin eftir at vitja eisini hendan partin av danska ríkinum.
- Av tí at eg havi familju í Danmark havi eg altíð verið áhuga í landinum, og eg veit, at Danmark ikki bert er Danmark, men eisini Føroyar og Grønland. Eg eri tí í Føroyum at seta meg eitt sindur í viðurskiftini og eg má siga, at eg eri bergtikin av vøkru náttúruni, eins og eg eri bergtikin av blíðskapinum, sum tit føroyingar vísa, sigur Laurie Fulton.
Hon ætlar avgjørt ikki, at hetta verður einasta og seinasta ferðin, at hon vitjar í Føroyum.
Hinvegin hevur hon ikki hugsað serliga nógv um, hvat hon skal takast við tá tíðin sum sendiharri í Danmark er av.
- Væntandi verði eg verandi í Danmark til fyrra setan hjá Obama er av. Vanliga er tað soleiðis, at sendiharrar bert eru í sama starvi fýra ár, so verða teir skiftir út. Eg havi ikki hugsað so nógv um tíðina eftir starvstíð mína í Danmark, men eg vænti, at eg flyti aftur til Washintgon, tí har eru børn og ommubørn míni, sigur Laurie Fulton.
Men fyribils ger hon sítt ítarsta at varðveita og betra um viðurskiftini millum Danmark og USA, men sanniliga eisini millum Føroyar og USA.