Bergun biður Jenis vera seriøsan um Heilsuskúlan

– Eg kann skilja, at ein landsstýrismaður kann harmast støðuna vegna sítt økið, men eg hevði ynskt, at hann var seriøsur, sigur Bergun Kass

Tað hevur verið heitt kjak hesa vikuna um Heilsuskúla Føroya, sum er staðsettur í Hovi. Bergun Kass, forkvinna í eldranevndini í Tórshavnar kommunu, bar í lesarabrævi fram, at tað er ein trupulleiki, at Heilsuskúlin er í Suðuroynni, tí so fá í miðstaðarøkinum hava útbúgvingina í heilsurøkt.

Hetta hevur fingið øði í nógvar suðuroyingar, sum ikki skilja, hví alt skal vera í Havn. Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur eisini gjørt greitt, at skúlin verður verandi í Suðuroynni. 

Nú hevur Bergun Kass svarað aftur – hon skrivar soleiðis:

– Tað búgva okkurt um 46000 norðanfjørðs og okkurt um 4000 sunnanfjørðs, so lutfallið er cirka 1:10. Fyri hvønn suðring skuldu verið útbúnir 10 norðingar. Men tað, sum hevur verið, síðani skúlin byrjaði, er, at lutfallið røktari er 1:3 og at lutfallið hjálpari er 1:4.

– Eg hevði ynskt, at landsstýrismaðurin var ærligur um, at staðsetingin er ein stór orsøk til, at eldri norðanfjørðs hava verri tænastu.

Bergun Kass vísir á, at fólkasamansetingin broytist skjótt, og at tað tí verða lutfalsliga nógv fleiri eldri, og tí heldur hon, at vit mugu seta alt inn fyri at trekkja starvsfólk til økið.

– Tað skal ikki blíva ein pástandur móti pástandi, at staðsetingin av skúlanum hálar ímóti tí sera neyðugu tilgongdini. Vit kunnu ikki sláa okkum til tols við tí, tá vit vara av okkara gomlu, eg sum kommuna og landsstýrismaður, sum land, sigur hon.

Jenis av Rana er sjálvur suðuroyingur, og hetta brúkar Bergun Kass í sínari argumentatión.

– Eg kann skilja, at ein landsstýrismaður kann harmast støðuna vegna sítt økið, men hevði ynskt, at hann var seriøsur sum landsstýrismaður, umboðandi eldraøkið/útbúgving í øllum landinum! Spurningurin er ikki, hvat man ger í Danmark, men hvussu skattgjaldarin fær eldrarøkt fyri skattapengarnar og okkara gomlu virðilig elisár, sigur Bergun Kass.