Berin: Sjálvhjálparbólkar fyri børn og ung

Nú byrja vit aftur við nýggjum sjálvhjálparbólkum fyri børn og ung, sum hava mist foreldur ella syskin við deyða. Aldurin fyri luttøku er frá 8 ár og uppeftir.

Higartil hava millum 60 og 70 børn og ung verið við í sjálvhjálparbólkum.
Bólkarnir eru ætlaðir sum ein hjálp, til at fáa ein liviligan gerandisdag. Í bólkinum verður ikki veitt akutt kreppuhjálp. Tí skal nakað vera fráligið, síðani avvarðandi doyði.
Hinvegin sær tað ikki út til, at tíðin kann blíva ov long. Børn og ung, sum hava mist foreldur ella syskin fyri fleiri árum síðani, hava eisini havt gleði av bólkunum.
Tíðin gongur skjótt, og arbeiðið við sjálvhjálparbólkum er drúgt. Tey, sum vilja verða við
frá byrjan, vera tí biðin um at siga frá sum skjótast. Tað kann gerast hjá Jóngerð Poulsen á tlf. 316419/227074 ella T-postur jongerd.poulsen@skulin.fo .