Berjast fyri at varðveita sessin

Kollfirðingar verða neyvan at síggja í ovara endanum av stigatalvuni, tá kappingarárið er av, men roknað kortini við, at teir megna at sigla ímillum skerini

Kollfirðingar hava mangan havt eina baldruta tilveru í 1. deildarhøpi, og ofta hevur tað riðið um snarið, at teir hava varveitt sessin í ovastu deildini.

Hóast hetta, so hava teir aloftast drigið longra stráðið í kappingini við hini liðini, og aftur í vetur skulu vit síggja reyð og hvítu troyggjurnar úr Kollafirði royna seg í dysti við aðrar.


Stór frágongd

Liðið hjá Kollfirðingunum er tó nakað skert í ár. Seinasta ár høvdu teir góðan styrk, við tað at fleiri av HB-leikarunum, sum tá høvdu summarfrí, leiktu hondbólt í Kollafirði um veturin, og í løtuni er sera ivasamt um Súni Fríði Johannesen heldur verður við.

Harumframt man tað eisini kennast sum dyggur smeitur, at Eddie Joensen hevur gjørt av, at hann allarhelst ikki verður at síggja á vøllinum í vetur. Eddie var seinasta ár ein støðug hóttan, og sum er røkist einki fyri, at teir í Kollafirði hava nakran spælara, sum kann yvirtaka hetta pláss uttan víðari.


Góðar vónir

Kollfirðingarnir hava kortini hampuliga góðar vónir fyri árið, og ætla teir sær avgjørt ikki at standa niðastir, tá støðan verður gjørd upp einaferð næsta ár. At teir eisini hava drúgvar royndir frá undanfarnum árum, eins og teir aloftast hava klára skerini, ger helst eisini sítt til, at teir kunnu standa seg í kappingini.

Har umframt hevur stríðviljin á kollfarðaliðnum altíð verið fyrimyndarligur, og hóast leikararnir kanska ikki eru teir evnaríkastu í landinum, so hevur hetta ofta viðført, at teir hava megnað at koppað fleiri, á pappírinum, sterkari mótstøðuliðum.


Lítil tilgongd

Einasta tilgongdin, sum KÍF hevur fingið uttan ífrá, er at bygdamaðurin Petur Martin Poulsen, sum seinasta ár royndi seg í H71, er afturkomin. Hetta man ivaleyst eisin vera tiltrongt, tí við somikið stórari frágongd, sum kollfirðingarnir hava havt, er ivaleyst brúk fyri øllum góðum kreftum, um liðið skal standa seg.


Nýggjan venjara

At venja liðið í ár hava teir fingið vágbingin Egil Steintórsson, sum hevur drúgvar royndir innan føroyskan hondbólt. Harumframt hevur hann eisini leikt á høgum støði í Íslandi, og væntast kann tí, at hann fer at geva kollfirðingunum eitt gott íkast í strembanini eftir at standa seg í bestu deildini.

Tey sum kenna nakað til Egil, vita eisini at hann hevur ítróttarevni sum fáur. Í fótbólti hevur hann gjørt nógv vart við seg sjálvan gjøgnum árini, og hondbólti munnu flestu áskoðarar vita, at hann er ein sera dugnaligur og vandamikil leikari. Tá hann leikti í Íslandi var tað hinvegin sum málmaður, og væl kann vera at kollfirðingar fáa brúk fyri honum í báðum leiklutunum, hóast teir frammanundan hava ein av landsins bestu málverjum sum aftasta skansa.


Nýggj høll á veg

Eitt, sum kanska hevur sermerkt kollfirðingarnar tey nógvu seinastu árini er, at teir onga høll hava í bygdini, men ístaðin noyðast til aðrar bygdir at finna sær venjingartímar. Sjálvandi er hetta ein heldur óheppin støða at verða í, men hetta verður ivaleyst broytt, nú peningur er settur av til at byggja ítróttarhøll í Kollafirði. Kollfirðingar eru sum vera man sera spentir upp á hetta, og lítið er at ivast í, at hetta fer at geva ungdóminum í bygdini ein nógv betri møguleika at gera meira við hondbóltin, við tað at venjingarumstøðurnar verða sera nógv betraðar við slíkari høll.

Møguliga kann hetta eisini gera, at kollfirðingar fara at koma meira við á kvinnusíðuni, har tær annars bert hava gjørt um seg í flogbólti, men tað má tíðin so fara at vísa.

Tað, sum í løtuni er mest umráðandi, er ivaleyst at varðveita sessin í bestu deildini, soleiðis at hugurin hjá leikarum og viðhaldsfólkum verður hildin við líka, til nýggja høllin verður klár at taka í nýtslu.