Berlin fer at minnast Kristinu í langa tíð

Føroysku kontrirøddirnar gjørdu inntrykk í Berlin, tá Hallur Joensen, Evi Tausen og Kristina Bærendsen vitjaðu á stóru kontrimessuni í Berlin um vikuskiftið.

Føroysku kontrirøddirnar gjørdu inntrykk í Berlin, tá Hallur Joensen, Evi Tausen og Kristina Bærendsen vitjaðu á stóru kontrimessuni í Berlin um vikuskiftið.

Stern.de, ið er heimasíðan hjá kenda týska vikublaðnum, segði aftan á framførslurnar hjá teimum, at Føroyar høvdu tikið Berlin við stormi, ikki við fótbólti ella fiskarí, men kontri av hægstu góðsku, ið veruliga gjørdi eitt inntrykk á messuni.

Hallur Joensen verður umrøddur, sum múrarin, ið fylgdi dreyminum til Nashville og gjørdist stjørna í egnum landi. Her verður m.a. sangurin Gyltu ljósakrúnurnar tikin fram, og at Charlie Pride klassikarin á føroyskum var ein serstøk uppliving.

Kristina Bærendsen fær tó heitasta viðmæli, tí hóast hon var við sum kórsangari hjá Halli, so  fegnast ummælarin serliga um tey løgini, ið hon sang solo, ið vístu hana sum eina roynda og lærda gospel og soulsongkvinnu við eini stórari rødd. Hennara útgáva av “Green Green Grass of Home” verður nakað, ið tey fara at minnast aftur á í Berlin í langa tíð, staðfestur ummælarin.

Eisini Evi Tausen fær góð orð fyri framførsluna av “Wishing Well”, ið upprunaliga varð skrivaður av fyrstu konuni hjá Johnny Cash, Vivian Cash.

Les alt ummælið her