Klokkan 11 mikumorgunin helt Hermann Oskarsson sama umstrídda fyrilesturin fyri løgmanni og øðrum áhugaðum í Tinganesi, sum hann helt á nógv umtalaðu ráðstevnuni á Christiansborg herfyri.
Formaðurin í Búskaparráðnum tók sjálvur stig til fundin, og endamálið hevur helst verið at beina burtur allar tær grovu misskiljingar, sum sambært honum hava verið eftir ráðstevnuna.
Í stuttum var vinnupolitiski fyrilesturin um, hvussu vit á skilabestan hátt reka okkara vinnupolitikk, og hvat vit eiga at nýta blokkin til og ikki. Ikki eitt orð varð sagt um skattafrádráttin hjá fiskimonnum, sum hevur fingið formannin í Fiskimannafelagnum at kæra Hermann Oskarsson, og heldur ikki varð nakað sagt um, at blokkurin er skaðiligur.
Sostatt tykist kæran hjá formanninum í Fiskimannafelagnum, Óla Jacobsen, at byggja á eina grundleggjandi misskiljing.
Misskiljingar
Men sambært Berlingske Tidende sigur tú, at ríkisveitingin er ein støðug hóttan at yvirhita búskapin og síðani at elva til kreppu, eins og finst at skattafrádráttinum hjá fiskimonnum?
- Hatta havi eg ongantíð sagt í mínum fyrilestri. Eg havi ikki havt nakra samrøðu við Berlingske Tidende, og greinin hjá teimum er bert bygd á mín fyrilestur. Blaðmaðurin hevur sostatt lagt mær orð í munnin, sigur formaðurin í Búskaparráðnum, Hermann Oskarsson. Leiðslan á danska tíðindablaðnum hevur sambært Hermanni enntá viðgingið, at hann er skeivt siteraður, og tí gav greinin í Berlingaranum eina grundleggjandi skeiva fatan av boðskapinum hjá Hermanni.
- Bæði í Danmark og í Føroyum er talan um stórar og grundleggjandi misskiljingar, og tað er orsøkin til alt rokið og kæruna, slær Hermann Oskarsson fast. Hann sigur, at essensurin í fyrilestri hansara er at vísa á, hvussu tað almenna eigur at nýta sín pening, og har er blokkurin íroknaður í viðgerðini hjá Hermanni, sum als ikki nevnir nakað um, at hann er skaðiligur.
Hermann segði við byrjan á tíðindafundinum mikumorgunin, at hann vónaði ikki, at áhoyrararnir gjørdust vónbrotnir, tí fyrilesturin hevur als ikki uppiborið tað uppmerksemi og umtalu, hann hevur fingið.
Einki nýtt
Hermann Oskarsson sigur, at øll sjónarmiðini í fyrilestrinum eru meiri ella minni gomul sjónarmið, sum hann fleiri ferðir fyrr hevur sagt, og sum eisini eru at finna á heimasíðuni hjá búskaparráðnum.
- At eg skal hava slatrað fyri dønum, er púra burturvið, og danski blaðmaðurin á Berlingaranum hevur helst funnið sjónarmið okkara um sjómansfrádráttin á heimasíðuni hjá okkum, sigur Hermann Oskarsson. Hann slær fast, at hann er harðliga ímóti skattalættanum til fiskimenn, men hetta eru gomul tíðindi, sum als ikki varð grett orð um í fyrilestri hansara.
- Tí er kæran frá Óla Jacobsen eins og alt annað ein misskiljing, slær Hermann Oskarsson fast, sum mikumorgunin frá 11 til 12 helt nógv umrødda fyrilesturin í Tinganesi, sum ikki var so kontroversiellur allíkavæl. Bert løgið, at bara løgmaður av allari manningini í Tinganesi var til staðar til fyrilesturin, sum hevur fingið so nógva umtalu..