Berlingo, Partner og Combo sum elbilar

Tað, sum eyðkennir hesar bilar, er rúmligheit. Bakhurðarnar eru dragihurðar, og lætt er at fáa bæði børn og innkeyp í og úr bilinum.

 

Í meira enn eina fjórðings øld hava Citroën Berlingo, Peugeot Partner og Opel Combo verið kendir sum bæði rúmligir familjubilar og vørubilar.

 

Í nýggjastu útgávunum eru teir so at siga eins bilar og eru bygdir yvir somu plattformar. Tað nýggja og mest spennandi er tó, at teir einans verða gjørdir sum elbilar.

 

Tað, sum eyðkennir hesar bilar, er rúmligheit. Bakhurðarnar eru dragihurðar, og lætt er at fáa bæði børn og innkeyp í og úr bilinum. Baklúkan er stór við møguleika at lata rútin í lúkuni upp, um bilurin eitt nú stendur tætt parkeraður.

 

Bilarnir fáast í tveimum longdum sum 5 ella 7 persónabilar. Viðførisrúmið er so stórt, at ein barnavognur fer inn í bilin í heilum líki, uttan at skula leggjast saman. 

 

Til tey ferðandi á baksetrinum eru tvey smá borð, júst sum í flogførunum. Undir loftinum framman eru rúmligar hillar, eins og nóg mikið av plássi er tit at leggja lutir frá sær, bæði aftan og framman.

 

##med2##

 

Eisini er sera gott beinpláss framman og aftan. Øll í bilinum sita væl og hava gott útsýni. Við battaríi í botninum á bilinum fær hann sera góðar og stabilar koyrieginleikar.

 

Av útgerð kunnu vit nevna hita í forrútinum, 8” informatións skíggja við navigatión, parkeringssensorum, fartpiloti, head-up display, 16” alufelgum, bakkikamera, eins og bilurin er lyklaleysur.

 

Bilarnir kunnu síggjast og roynast hjá Auto Service.

 

##med3##