Bernhard Henriksen 90 ár

22. januar fylti Bernhard Henriksen í Sandavági 90 ár.

 

Sum hjá so mongum unglingi tá fór Bernhard til skips, og sigldi hann við Sandavágssluppum - eisini undir krígnum. Seinni eisini við svági sínum, Johan í Hoyvík.

Bernhard fór seinni í land, og sum tann hegnismaður, hann er, lá fyri hjá honum at smíða.

Louisa, ættað úr Miðvági, og Bernhard settu búgv í heimbygd hansara - og har var fjálga tilhaldið hjá fýra børnum teirra. Tá Louisa doyði fyri nøkrum árum síðani, fór Bernhard til dóttrina, Hjalmu og versonin, Andreas, at vera.

Í 60?unum var nógv byggiarbeiði í Havnini, men á bygd nærum einki. Tá fór Bernhard at smiðja hjá byggifyritøkun i Lamhauge & Waagstein - rímuliga gjørdist hann eisini álitismaður har. Tá pensjónsaldurin nærkaðist, fluttu tey aftur til heimbygdina.

Álit var í Bernhardi, har hann var. Soleiðis eisini í felagsarbeiði. Tá losjan »Vakhús« í Sandavági varð stovnað í 1931, var Bernhard ein av stovnarunum - og hann hevur verið hollur talsmaður fyri fráhaldsrørsluna - íðin og nærlagdur, tey mongu árini vóru Bernhard og losjan eitt.

Góður er hann við kirkjuna, har sært tú hann tíðum - og góðveðursdagar kanst tú síggja Bernhard koma eftir vegnum, heim eftir Valloyruni ella á beinkin við Fløttuoyruni - og kanska viðhvørt heimi á Neystum, og væl dámar honum eitt prát.

jl.