Bert 1000 vikuskiftispass eftir

Í løtuni eru bert umleið 1000 vikuskiftispass eftir til Summar Festivalin. Tí ræður um at skunda sær, um tú ætlar tær uppliva øll tey stóru heimshittini, sum verða á skránni komandi vikuskiftið.

Komandi vikuskiftið verður sætti Summar Festivalurin hildin, og lagt er upp til enn eitt festivalbrak í Klaksvík. Ongantíð áður hava fólk havt møguleikan at hoyra so nógv heimshitt á einum føroyskum palli, og við stóru Bee Gees stjørnuni Robin Gibb á odda, verður Summar Festivalurin aftur í ár festivalurin við teimum stóru nøvnunum.

Atgongumerkjasølan hevur gingið væl, og seinastu dagarnar hevur rættiligur gravgangur verið eftir atgongumerkjum til Summar Festvalinum.

Forsølan av vikuskftispassum er avmarkað, og í løtuni eru umleið 1000 vikuskiftispass eftir í forsøluni. Hesi kunnu keypast á Magn-støðum, í Telebúðum og á Teleshop.fo