Í Runavíkar kommunu minni tey í dag á, at mest loyvd ferð á pørtum av Heiðavegi bert er 30 kilometrar um tíman.
- Tað er á vegastrekkinum millum Hotel Runavík og BankNordik, at mest loyvda ferð er 30 kilometrar um tíman.
Heitt verður á fólk í ferðsluni um at vera varin og at koyra eftir umstøðunum - eisini á hesum vegastrekki.