Roxette er eftir ABBA mest seljandi norðurlendska tónleikanavnið í søguni.
Tá ið Summar Festivalurin í dag kunnger, at Roxette spælir á festivalinum næsta summar, verður tað næstmest seljandi norðurlendska tónleikanavnið í søguni, ið kemur til Klaksvíkar at framføra.
Tá ið tað kemur til sølu av norðurlendskum tónleiki er ABBA í serflokki. Tey hava selt eini 370 milliónir eintøk av sínum útgávum.
Næst í røðini er Roxette, sum higartil hevur selt umleið 75 milliónir eintøk. Eftir Roxette koma Ace of Base, Aqua, Europe og Bjørk.
Skal plátusølan hjá Roxette samanlíknast við onnur altjóða nøvn, kunnu tey flokkast saman við eitt nú Beyonce, Spice Girls, Nirvana, The Police, Kiss, Aretha Franklin og Scorpions, ið hava slet á leið eins nógvar fløgur.