Bert ein handil eftir í Nólsoy

Seinast í hesum mánaðinum letur matvøruhandilin, Hjá Annfinn, í Nólsoy aftur: - Handilin hevur ótrúliga nógv at týða fyri meg. Eg havi arbeitt her alt mítt lív, men nú orki eg ikki meira, sigur Una Hansen, sum rekur handilin.

Una Hansen hevur arbeitt Hjá Annfinni, síðan hon var fjúrtan ára gomul. Seinastu tólv árini hevur hon rikið handilin:
 
- Nú orki eg ikki meira. Eg havi arbeitt her í 43 ár tilsamans. Børnini hjá mær eru farin aðrar vegir, og tískil tekur eingin yvir, og handilin noyðist at lata aftur. Satt at siga ætlaði eg at halda á, til eg varð 60, men nú eri eg komin har til, at eg ikki orki meira, sigur 57 ára gamla Una Hansen.
 
Hvat fert tú at gera nú?
- Ja, tað er ein brennandi spurningur. Fyrst og fremst fari eg at taka mær av løttum og at spæla omma. Tað er avgjørt við sorgblídni, at eg sigi farvæl. Eg havi at kalla einki annað gjørt alt mítt vaksna lív. Men hinvegin gleði eg meg eisini til at sleppa at gera júst tað, eg vil, í eina tíð.  At verða leys av skyldum, leggur Una dent á.
 
Matvøruhandilin, Hjá Annfinn, lat upp fyri fyrstu ferð í 1943, og 27. juli í ár er seinasti dagurin, handilin er opin:
- Til ta tíð fari eg at hava nógv góð tilboð, so eg fái tømt handilin.
 
Viðskiftafólkini hjá Unu eru vónbrotin, nú handilin letur dyrnar aftur:
- Eg havi keypt næstan alt her, sum eg havi havt brúk fyri tey seinastu 50 árini. Tað er ongantíð gott við bara einum handli í bygdini.  Tað er sunt við kapping, men eg vænti tó ikki, at prísirnir fara upp á vørunum í hinum handlinum (Matvørubúðini, blaðm.). Men vit verða í øllum førum eina bygdamynd fátækari, nú Una letur handilin aftur, sigur ein hørm Lis Nolsøe, viðskiftafólk Hjá Annfinni.
 
Hervør Hansen, sum rekur hin handilin á Nólsoynni, Matvørubúðina, heldur als ikki, at tað er deiligt, at tað um stutta tíð bert verður ein handil á Nólsoynni:
- Tað er ógvuliga keðiligt. Tveir handlar hava verið í bygdini leingi, so tað verður heldur tómligt. Eg veit væl, at tað er sunt við kapping og slíkum, men vit hava altíð arbeitt væl saman. Um ein handil eitt nú onkuntíð hevur manglað okkurt, hevur hin handilin aloftast veitt honum tað, sigur Hervør Hansen og skoytir uppí, at tað í øllum førum fer at verða meira at gera:
 - Vit fara bara at reka handilin, sum vit plaga. So fáa vit at síggja, hvørjar broytingar skulu gerast seinni, sigur Hervør og ynskir Unu at enda alt tað besta.