Hetta metið áttið Karin Gaardlykke, sum svam 800 m frí í tíðini, 9.47.75.
Hetta, at bert eitt met varð sett, hevur fingið mong at rysta við høvdinum, og spyrja, um framgongdin, sum føroyska svimjingin hevur staðið fyri, er steðgað, ella um tað eru onnur viðurskifti, sum gera seg galdandi.
Katrin Joensen, sum er skrivari hjá svimjisambandinum, sigur við Sosialin, at í hennara verð eru fleiri orsøkir til, at so varð.
Samstarvið riggaði ikki
Við byrjan av svimjiárinum, í september mánaði í fjør, setti svimjisambandið út í kortið, at landsliðssvimjararnir alla tíðina skuldu hava nakrar avbjóðingar fyri framman, sum strembast kundi fram ímóti.
Frammanundan hevur tað annars ofta verið so, at tað bert hava verið oyggjaleikirnir, sum jú eru annað hvørt ár, sum svimjararnir hugsaðu um, og at teir tískil ikki vóru nóg væl fyri tey árini, har oyggjaleikirnir ikki vóru á skránni.
Til uppfylging av hesi ætlan setti svimjisambandið ein franskan venjara, men hóast maðurin ivaleyst hevur stórar dygdir sum svimjivenjari, so riggaði samstarvið við svimjisambandið ongantíð, og um ársskiftið varð so avgjørt at steðga samstarvinum.
Júst hvat hendi og hví tað hendi, eru ivaleyst fleiri orsøkir til, men hetta noyðast tey í svimjisambandinum bara at taka til eftirtektar.
Annars heldur Katrin, at laku úrslitini í ár ikki skulu takast sum ein eksponentur fyri gongdina í føroyskari svimjing, men at hon metir hetta sum eitt einsamalt dømi.
Víðari sigur hon, at hóast fleiri av »gomlu« svimjarunum ikki vóru eins væl fyri í ár, sum teir onkuntíð hava verið, so eru framvegis nógvir ungir svimjarar á veg, sum avgjørt hava eina stóra framtíð innan ítróttina, um rætt verður borið at.
Fundast um vikuskiftið
Júst hvat verður gjørt komandi tíðina, fyri at fáa gongd aftur á menningina, er ikki enn avgjørt, men komandi vikuskifti verður tann sonevndi kalendarafundurin hildin við svimjifeløgini í landinum, og her verður evnið uttan iva tikið upp.
Kalendarafundurin er ein árligur fundur, har Svimjisambandið saman við svimjifeløgunum leggur komandi kappingarár til rættis, og síðani verður tikið saman um árið, sum farið er.
Umframt fundin við svimjifeløgini, fær svimjisambandið tá eisini vitjan av fyrrverandi venjaranum hjá danska svimjisambandinum, Flemming Poulsen, sum fer at siga frá sínum hugsjónum um, hvørjir lutir skulu fáast upp á pláss fyri at tryggja framgongdini.
Tað hevur ljóðað, at svimjisambandi og Flemming eisini skulu samráðast um, hvørt danin verður nýggjur landsliðsvenjari hjá Føroyum, men hetta vil Katrin Joensen ikki gera beinleiðis viðmerkingar til.
- Um tað kemur so langt, at partarnir gera av at fara í samstarv, verður eisini neyðugt at seta fólk her heima, tí Flemming Poulsen er búsitandi í Sveis. Hann kann tískil ikki vera her alla tíðina, so á onkran hátt noyðist talan tá at verða um eitt kompromis millum partarnar, sigur Katrin, uttan tó at vilja vátta ella avsanna, at samráðingar eru í gongd millum partarnar.m, og hetta hevur eisini gingið heilt væl. Sjálvur haldi eg at hetta bara hevur riggað heilt væl.
Dómararnir ímóti Toda?
Síðani vit tosaðu við Toda, hevur stjóri felagsis verið alment frammi í fjølmiðlunum, við viðmerkingum um, at Todi at kalla einki fær frá teimum dómarum, sum døma í superliguni. Sum dømi um hetta nevndi hann júst dystin, sum vit høvdu sæð felagið spælt móti AB, og har Todi beint eftir dystin segði dómarin var ein skandala.
Júst við hesum dysti í hugaðum, spurdu vit eisini Toda, um hetta eisini er generelt galdandi fyri dómararnar í dystum teirra, soleiðis at hann kennir ein ávísan illvilja móti sær sjálvum.
- Akkurát handan dystin var tað nokk heilt ekstremt. Tað hevur tó ofta verið tosað um, at eg fái ov nógvar dómar ímóti mær. Serliga tá eg spældi í álopinum.
Tað er tó klárt, at dómarar eisini tosa sínámillum, og fellur ein viðmerking um, at hasin heldur nógv í mótstøðumonnum og líkandi, so er tað kanska náttúrligt, at teir fylgja serliga væl við hesum.
Tað er tó kanska torført at síggja, hvat er loyvt og ikki, tí tá vit spæla í altjóða dystum, so er dømingin aloftast heilt øðrvísi, so tað er eitt sindur ringt at vita, hvar markið fyri slíkum er.
Greið mál fyri framtíðina
At enda spurdu vit Toda, hvørjar ætlanir og hvørji mál hann hevur sett sær fyri framtíðina, bæði í felagshøpi og viðvíkjandi føroyska landsliðinum.
- Í FCK er mítt mál sjálvandi at verða meistari við felagnum, umframt at eg sjálvandi eisini vil varveita tað plássið, sum eg havi á liðnum. Gongur hetta væl, so er vónin sjálvandi eisini at koma víðari við fótbóltinum, og hetta hevur eisini verið ein dreymur í langa tíð.
Um hetta ikki hendir, so er tað kortini ikki tað heilt stóra vónbrotið, tí eg eri hóast alt komin eitt fitt petti av leiðini. Eg eri í dag 28 ár, so hetta skal kanska henda innan fyri tey bæði komandi árini. Spælarar í altjóða fótbólti síggja tó út til at gerast eldri, so eg vóni at hava nøkur góð ár afturat sum yrkisleikari. Talan verður tó helst ikki um nakran bosman-dóm í mínum føri, tí tá sáttmálin hjá mær gongur út, gangi eg á 32. ári, og so er spurningurin, um nakað felag er áhuga í at gera eina íløgu í mær tá.
Skal alt hetta gerast veruleiki, er tó fyrst og fremstu neyðugt, at eg her í FCK sýni spæl á høgum støði yvir eitt longri tíðarskeið. Nakað sum eg kanska ikki havi megnað í nóg stóran mun undanfarnu árini.
Halda fast um gongdina
Um lutakastið hjá føroyska A-landsliðnum heldur Todi, at tað er kanska við eitt sindur blandaðum kenslum, tá tosað verður um hetta.
- Vit hava fingið tvey keðilig lið í Russlandi og Jugoslavia, og har eru vónirnar um stig ikki tær heilt stóru, men móti hinum londunum í bólkinum áttu vit at hava havt møguleika fyri stigum.
Móti Luksenburg eiga vit at seta okkum sjálvum krav um seks stig, meðan vit somuleiðis eiga at krevja stig á heimavølli móti Sveis og Slovenia.
Ert tú sostatt av teirri sannføring, at føroyskur á ein hátt er komin á eitt vegamót, soleiðis at vit ikki longur bert eru glaðir amatørar, sum vóna tað besta burtur úr øllum dystum, men hinvegin ikki seta fram krav um nakað sum helst?
- Sjálvandi eru vit framvegis ein lítil tjóð í fótbóltshøpi, men vit eiga eisini at kunna seta krøv til okkum sjálvar. Vit hava eftir hondini nógvar leikarar, sum royna seg uttanlands, og vit mugu royna at koma víðari á fótbóltsleið okkara.
Eisini fyri teir ungu leikararnar, sum stremba eftir at koma á landsliðið, er tað av stórum týdningi, at vit hava nøkur úrslit at vísa á, og tað haldi eg eisini, at vit hava. Hóast tað sjálvandi kiksar viðhvørt, so hava vit seinnu árini spælt fleiri góðar dystir, og vit tapa heldur ikki so greitt,sum vit ofta hava gjørt fyrr, so alt í alt sær tað gott.
Tað hongur alt saman. Tá fleiri spælarar royna seg uttanlands, er hetta við til at hækka støðið á landsliðnum. Hægri støði gevur øktan áhuga í umheiminum, og hetta ger tað aftur lættari hjá øðrum spælarum at sleppa uttanlands. Talan er um at koma í eina positiva ringrás, og hesa haldi eg eisini vit eru um at koma í við føroyska landsliðnum.